Lýsing
Lýsing
Lýsing

Huawei gevur føroyingum 4G-net í heimsflokki

SKRIVAÐ: TÍÐINDASKRIV FRÁ FØROYA TELE, 19. JUNI 2015  |  19.06.2015 - 20:19 Eldri tíðindi

Føroya Tele hevur gjørt avtalu við Huawei um at útbyggja eitt 4G-net í heimsflokki í Føroyum. Føroyingar fara skjótt at merkja effektina við betri útbreiðslu og størri ferð á farbreiðbandinum. Strategiska samstarvið merkir, at Føroyar vera í fremstu røð í tøkniligu menningini


Eitt 4G-net í avgjørdum heimsflokki.

Tað verður úrslitið, tá ið Føroya Tele hevur fingið útbygt eitt 4G-net um alt landið í juni 2016. Føroya Tele hevur gjørt avtalu um strategiskt samstarv við Huawei. Avtalan snýr seg um, at altjóða fyritøkan skal byggja eitt nýtt landsdekkandi 4G-net, sum verður millum tey avgjørt skjótastu í heiminum.

“Vit fegnast stórliga um tað strategiska samstarvið við Huawei, sum avgjørt er ein av mest nýskapandi veitarunum innan fyri mobila netverkstøkni. Samstarvið hevur við sær, at Føroya Tele frameftir kann bjóða sínum kundum ta nýggjastu tøknina, sum merkir eina nógv betri útbreiðslu av farnetinum og eitt nógv skjótari farbreiðband,” sigur Ómar Svavarsson, nevndarformaður í Føroya Tele.

Huawei fegnast um samstarvið
Ovasti stjórin fyri Huawei í Norðurlondum, Jim Lu, gleðir seg til samstarvið:

“Eins og vit hava gjørt í hvørjum króki í Danmark, fara vit nú gjøgnum tað nýggja strategiska samstarvið við Føroya Tele at útbyggja og uppstiga tað føroyska farnetið. Við okkara vitan og dugnaligu starvsfólkum vilja vit vera við til at tryggja, at allir føroyingar frá summarinum 2016 fáa atgongd til nýggjastu tøknina, sum fer at tryggja ein nógv betri mobildekning til gleði fyri bæði tann einstaka borgaran og vinnulívið í Føroyum,” sigur Jim Lu.


Føroyar sum royndarstova
Strategiska samstarvið snýr seg um, at Huawei skal útbyggja og uppstiga farnetið, meðan Føroya Tele stendur fyri rakstrinum. Dygdin á netinum verður mátað eftir upplivingini hjá brúkaranum, og har fer brúkarin at fáa nógv betri dygd og skjótari stroyming.

Haraftrat verður Føroyar sokallað kanningarland hjá Huawei. Tað merkir, at føroyska farnetið hjá Føroya Tele skal brúkast til at menna nýggjastu tøknina hjá Huawei, og Føroyar verða tískil frameftir í fremstu røð í menningini, tá ið nýggj og nýskapandi tøkni kemur fram.


Roynd starvsfólk til Føroya
Royndirnar frá útbreiðsluni av danska 4G-netinum skal tryggja, at útbyggingin og uppstiganin hjá Huawei av netinum í Føroyum gongur eftir ætlan.

“Vit hava stórt álit á Huawei og teirra manning. Vit hava sæð í Danmark, at tíðarætlanin ikki bara heldur, men at tað í veruleikanum er eydnast at lata netið skjótari enn væntað. TDC í Danmark hevur fingið stóran heiður fyri at hava bygt heimsins besta net saman við Huawei, og nú gleða vit okkum at kundarnir hjá Føroya Tele skulu fáa eitt minst líka gott net,” sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.

Við nýggju strategisku avtaluni skiftir Huawei alla ta gomlu útgerðina í Føroyum, og nýggjasta tøknin verður sett í staðin. Tey fyrstu støðini fáa helst bjóðað 4G frá Føroya Tele í heyst.

---

Meira kunning:

Vilja tit hava meira at vita, kunnu tit seta tykkum í sambandi við Kristian R. Davidsen, stjóra, á telefon 243001. Til ber eisini at fáa samrøðu við stjóra hjá Huawei, sum er staddur í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026