Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsapotekarin noktar fyri innlitið í nýtsluna av evnafrøðiligum evnum í Hvannasundi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.11.2015 - 15:20 Eldri tíðindi

Norðlýsið fekk tøl yvir nýtsluna av evnafrøðiligum evnum í brúkt verða í samband við avlúsing av laksi í Alibrúkum. Men hummarastovurin í Hvannasundi er næstan avoyddur og tí ynsktu vit at fáa innlit í hvussu nógv evnafrøðilig evnir alibrúki undir Leitinum og í øðrum økjum kring landið hava brúkt. Men Landsapotekarin vil ikki geva almenninginum innlit, tí sambært Starvsstovuni eru upplýsingar um útflýggjan av heilivági til vinnufyritøkur viðkvæmir, og hava stóran fíggjarligan týdning fyri fyritøkuna, at hesir upplýsingar ikki verða almannakunngjørdir.

Norðlýsið fekk tøl yvir nýtsluna av evnafrøðiligum evnum í brúkt verða í samband við avlúsing av laksi í Alibrúkum. Men hummarastovurin í Hvannasundi er næstan avoyddur og tí ynsktu vit at fáa innlit í hvussu nógv evnafrøðilig evnir alibrúki undir Leitinum og í øðrum økjum kring landið hava brúkt. Men Landsapotekarin vil ikki geva almenninginum innlit, tí sambært Starvsstovuni eru upplýsingar um útflýggjan av heilivági til vinnufyritøkur viðkvæmir, og sum tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri fyritøkuna, at hesir upplýsingar ikki verða almannakunngjørdir.

Svar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:

Undirritaði skal vátta at hava móttikið fyrispurning tygara um útgreinaði hagtøl til føroysku alivinnuna.

Avgjørt er ikki at geva innlit í upplýsingar um hvønn heilivág og hvussu nógvan heilivág hvørt einstakt alibrúk í Føroyum hevur fingið útflýggjað.

Avgerðin er tikin við støði í løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 8. mai 2001.

Rættarkrav hevst ikki uppá upplýsingarnar eftir § 5 stk. 2 í innlitslógini.

Upplýsingar, sum innlit verður biðið um eru ikki fevndir av § 4, stk. 1 1. pkt í innlitslógini við tað at talan ikki er um skjøl, sum hava samband við eina fyrisitingarliga saksviðgerð. Eisini er avgjørt ikki at veita meirinnlit eftir lógarinnar § 4 stk. 1 2. pkt.

Okkara áskoðan er, at umbønin um skjalainnlit fevnir um skjøl sum eru umfataði av § 12 stk. 1 nr. 2. í innlitslógini við tað, at upplýsingar um útflýggjan av heilivági til vinnufyritøkur eru viðkvæmir upplýsingar um heilsulig og vinnulig viðurskifti, sum tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri fyritøkuna, at hesir upplýsingar ikki verða almannakunngjørdir. Skjølini, sum innlit verður biðið um, eru tí umfataði av hugtøkunum ”tøkniligar útbúningar ella mannagongdir, ella um rakstrar- ella vinnuviðurskifti ella líknandi um so er, at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tann persónin ella virkið, sum upplýsingin viðvíkir, at áheitanin ikki verður gingin á møti”.

Til ber at kæra hesa avgerð til Heilsu– og Innlendismálaráðið skrivliga og innan 14 dagar frá móttøku av hesum skrivi.

Vinarliga

Kjartan Mohr

Landsapotekari


LES MEIRA HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Lýsing