Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eitt stressað Landsstýri

SKRIVAÐ: Jóhann Lutzen  |  29.11.2017 - 10:18 Leiðarin Tíðindi

Nýggjársdagur nærkast, og fiskivinnutímaglasið rennur út. Í dag eru 34 dagar eftir, harav 24 eru yrkadagar, til vit skriva 1. januar. Útmeldingarnar úr Tinganesi eru farnar frá at vera kroystar til at vera desperatar. Løgtingið tykist hinvegin at vera við at traðka í karakter.

Mikudagurin 22. november var politiskur burturav. Fyrsta tíman av hesum døgninum gav Miðflokkurin samgonguni krakk, og so vóru góð ráð dýr. Fólk fingu ein náttarblund, og klokkan níggju almannakunngjørdu vit her á staðnum eina veljarakanning, sum eins og Miðflokkurin gav samgonguni ein lúsing. Javnaðarflokkurin misti nærum helmingin av sínum atkvøðum, Tjóðveldi ein tingmann, meðan Framsókn gekk eitt vet fram. Samanumtikið misti samgongan meirilutan og væl tað.

Gamla Apotek í Havn hevur mangan verið miðdepil fyri politiskar kreppufundir, og so var eisini hendan mikudagin seinnapart. Frá kl. 13 til 17 sótu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi og umrøddu støðuna, og tað kom sum eitt antiklimaks, tá løgmaður seinni kom út og segði, at nú var semja. 

Fólk stóðu spyrjandi. Kundi tað loysast uppá 4 tímar, hvat skuldu samráðingarnar við Miðflokkin so til? Tað vísti seg skjótt, at semjan ikki var verulig. Hvørki Bjarni Hammer, Kristin Michelsen ella Jónleif Johannesen hava váttað, at nøkur semja er.

Var útmeldingin hjá løgmanni mikukvøldið margháttlig, so var tann hjá fiskimálaráðharranum fríggjadagin reint út sagt skelkandi. Hann boðaði frá, at tað var nýskipanin ella einki. Eydnast tað ikki at finna semju í Løgtinginum um nýskipanaruppskotið, fer fiskimálaráðharrin ikki at leingja galdandi skipan. Avleiðingin av tí er, at føroyski fiskiflotin liggur við kai eftir nýggjár. 

Hesar útmeldingarnar benda á, at løgmaður og varaløgmaður eru sera stressaðir í løtuni. Tað er skilligt, tí trýst hevur verið á teimum, men hinvegin eiga teir ein stóran part av ábyrgdini fyri tað sjálvir. At fara út í samráðingar við Miðflokkin mitt í øllum – fyri at leggja trýst á sonevndu “vargarnar” – var eitt óneyðugt sjálvmál, sum kundi kostað teimum bæði Sonju Jógvansdóttir og Páll á Reynatúgvu við, og so var einki vunnið. At Tjóðveldi fekk sett Bjarna Hammer frá sum nevndarformann júst nú var avgjørt heldur ikki taktiskt snilt. 

Tá miðlarnir tosa við Bjarna Hammer og Kristin Michelsen, tykjast hesir nógv meira róligir enn løgmaður og fiskimálaráðharrin. Annar teirra væntar at ein loysn kann finnast, og hin sigur at hann er til at tosa við, men tað nyttar ikki at koma til sín við tí sama, sum hann hevur víst frá sær fyrr. Hetta er greið tala, sum vísir á, at bæði stuntið við Miðflokkinum og nú hóttanin frá fiskimálaráðharranum um at leggja flotan prella av uppá suðuroyartingmannin. 

Samanumtikið slepst ikki undan at koma til ta niðurstøðu, at nú er tað Løgtingið, sum stýrir Føroyum. Landsstýrið tykist vera groggy, soleiðis sum tað skiftir frá sterkari optimismu mikukvøld til hóttanir um at leggja flotan fríggjakvøld.

Tað er helst eisini til landsins besta, at Løgtingið nú tekur um stýrisvølin, og fær frá hondini fíggjarlógina fyri 2018, og eisini kemur fram til, um nøkur nýskipan skal setast í verk, ella um verandi loyvir skulu leingjast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap