Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bakkafrost keypir fóðurskip frá JT electric

SKRIVAÐ: JT electric  |  01.11.2017 - 18:54 Eldri tíðindi

Bakkafrost hevur gjørt avtalu við JT electric um veiting av einum 75m langum fóðurskipi, sum skal brúkast í alingini í Suðuroy. Fóðurskipið kemur at liggja fast uppankrað og verður útgjørt við fóðurgoymslu og sjálvvirkandi fóðringskipan, sum er ment hjá JT electric á Kambsdali

Bakkafrost hevur gjørt avtalu við JT electric um veiting av einum 75m langum fóðurskipi, sum skal brúkast í alingini í Suðuroy. Fóðurskipið kemur at liggja fast uppankrað og verður útgjørt við fóðurgoymslu og sjálvvirkandi fóðringskipan, sum er ment hjá JT electric á Kambsdali

Verkætlanin umfatar keyp av farmaskipi og umbygging av hesum. Fóðurskipið skal latast nýggju eigarunum innan 7 mánaðir.

- Tað hevur nógv at siga fyri okkum, at Bakkafrost enn einaferð hevur valt eina tílíka loysn frá okkum, sigur Ólavur Thomsen, leiðari á verkætlanini. Hetta motiverar okkum til áhaldandi at betra um okkara tænastur og vørur.

Umbyggingin av skipinum verður gjørd á einari skipasmiðju í Pólandi, og fólk frá JT electric fara at leiða og gera partar av arbeiðinum teir næstu 7 mánaðirnar.

- Fóðurskipanin umborð á skipaflakanum er ment í tøttum samstarvi við føroysku alararnar. Við teirra íblástri og servitan á økinum, so meta vit, at skipanin er kappingarfør bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Ólavur Thomsen.

Á JT electric starvast 35 fólk harav 6 fólk arbeiða í eini menningardeild, sum arbeiðir við at menna nýggjar skipanir og vørur til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini