Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tørvur á arbeiðsmegi í Skúvadali í morgin leygardagin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.09.2018 - 14:47 Mentan Myndarøð Tíðindi

Skúvadalsprojekt skal eftir ætlan vera liðugt nú í heyst. Árni Skaale, leiðari fyri  SNP og Skúvadalshúsið skrivaði 6. september soleiðis á facebook:

 So er at gera seg kláran.

OKKUM TØRVAR SO NÓGV FÓLK SUM GJØRLIGT.

Vit hava sett okkum fyri at Skúvadalshúsið skal vera liðugt um 3 vikur, tvs. tað eru 3 leygardagar eftir. Um tú ikki kanst koma við til allar, so kanst tú kanska koma við til ein.

Brúk er fyri øllum, men vit høvdu veri serliga fegnir um onkrir hándverkarar vóru við

Leygardagin fara vit av Oyri kl. 8.00

Tað er nakað sum skal berast eystur. Millum annað mangla vit bensin til agregati umframt annað.

Vit fáa døgverða, men tað er altíð gott at hava ein lítlan matpakka við.

Skrúvumaskina er hent at hava við. (nakrar)

KOM VIÐ !!!!!!

Í dag fór tyrlan hjá Atlantsflog eystur í Skúvadal við ymiskum tilfari, sum skal brúkast í morgin. Atlantsflog og tyrlutoymið við Hans Erik Jakobsen á odda eiga heiðurin fyri at tað yvirhøvur hevur verið gjørligt at fullføra projektið.

Vónandi koma nógvar góðar kreftir við, soleiðis at vit nú kunnu leggja seinastu hond á verkið áðrenn veturin byrjar.

Nógv er ikki eftir at gera. Nakað av handverksarbeiði er at gera inni í húsinum, men í morgin vóna vit at kunna seta ferð á arbeiðið við at gera túnið kring um húsið. Til tað krevjast nógvar hendur, tí so nógv tilfar sum gjørligt skal fáast úr nærumhvørvinum.

Tær nýtist ikki matpakka, tí kokkur kemur eystur at standa fyri matgerðina, so hevur tú tíð í morgin, so brúka møguleikan.

Kl. 08.00 fara vit av Oyravegnum til gongu, tað tekur um hálvan annan tíma at ganga við vanligari gongd og práti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap