Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað er ikki p-talið sum ger okkum til føroyingar

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  15.10.2018 - 11:30 Politikkur Tíðindaskriv

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur sett ríkisumboðnum ein fyrispurning, har spurt verður um nøkur tøknilig ella løgfrøðilig forðing er fyri, at føroyingar kunnu fáa eitt danskt CPR-nummar afturat tí føroyska p-talinum. Endamálið er millum annað at sleppa undan tvørleikum ið ofta taka seg upp, tá føroyskir sjúklingar verða innlagdir á donsk sjúkrahús. Eisini føroysk lesandi í Danmark kunnu fáa nyttu av hesum.

Men sjálvandi verður hetta vent og snarað til, at Sambandsflokkurin, av eini ella aðrari óskiljandi orsøk, skal vilja gera allar føroyingar til danskarar. Tað virkar sum at summi ikki hava skilt, at p-tal og pass eru praktisk amboð, og at tað eru ikki hesi amboðini sum gera okkum til føroyingar.

 

Føroyingar vóru til áðrenn P-talið var til

Í 1983 fingu allir føroyingar hvør sítt P-tal. Tað hendi í sambandi við at ein nýggj skattaskipan varð sett í verk. Áðrenn tað hevði eingin føroyingur P-tal - og kortini vóru vit føroyingar.

P-talið var eitt praktiskt amboð at nýta í sambandi við innkrevjingina av skatti. Seinni eru heimildir givnar til eisini at nýta P-talið til onnur viðurskifti.

Tá P-talið kom, og hvørjaferð heimildin at nýta tað er víðkað, hevur ein ávís mótstøða verið ímóti tí. Tað sjónarmiðið er til at skilja, men tað sum eg als ikki skilji er, at hetta sama P-talið nú verður brúkt sum ein av hesum løgnu ímyndunum, sum skal gera okkum til føroyingar. Føroyingar vóru til, langt áðrenn nakað P-tal var til.

 

Tað sama við passinum

Tað sama síggja vit, tá talan er um pass. Summi hava reytt ES-pass og onnur (serliga tjóðveldisfólk) hava grønt danskt pass.

Ein skuldi trúð at tað var øvugt – at tey sum vóru ímóti ríkisfelagsskapinum gingu við felags europeiskum passi, men av eini ella aðrari orsøk er hetta vent á høvdið.

Tey sum ongantíð ferðast uttanlands hava einki pass, men tað ger einki, tí passið er, eins og p-talið, bara eitt praktiskt amboð. Tú kanst saktans bæði vera til og vera føroyingur, hóast tú einki pass hevur.

 

CPR-nummarið ger okkum ikki til danskarar

Eitt danskt CPR-nummar ger okkum ikki til danskarar. Tað er eitt praktiskt amboð, sum millum annað skal gera tað lættari hjá føroyskum sjúklingum, ið verða innlagdir á donsk sjúkrahús.

Tað ger okkum ikki til danskarar – líka lítið sum P-talið ger okkum til føroyingar. - Og tað er eisini gott, tí um tað var P-talið sum gjørdi okkum til føroyingar, so var eingin føroyingur til áðrenn 1983.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap