Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sport24 víðkað um hølini við Klaksvíksvegin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.10.2018 - 10:24 Myndarøð Tíðindi Vinna

Ein av elstu handlunum í Klaksvík er framvegis í menning og økir um sítt grundarlag.

Handilin sum tey flestu ídag kenna undir navninum SPORT 24, hevur langar røtur aftur í tíðina. Tað var heilt afturi í 1971, at Søren Z. Jacobsen og konan Morit stovnaðu matvøruhandilin Hjá Søren .

Ein deild av handli teirra gjørdist eisini ítróttarhandil og í umleið 33 ár var hendan deildin kend undir navninum Sportmaster. Í 2009 lat handilin eisini deild upp á Tvøroyri.

Í 2015 blivu feðgarnir Søren Z. Jacobsen og Hans Pauli Z. Jacobsen limir í stóru handilsketuni Sport 24, og síðani hevur tað eftir øllum at døma gingið sera væl. Deildin á Tvøroyri skifti eisini navn til Sport 24 og í Tórshavn lat ein Outlet handil eisini upp.

27. september í ár vaks handilin við Klaksvíksvegin um sítt fermetratal. Hans Pauli Ziska Jacobsen, sum í dag er dagligur leiðari fyri allar tríggjar handlarnar sigur, at tað var vorið ov trongligt í gomlu hølunum. Við at flyta ein part eina hædd upp, hava vit fingið knappar 100 fermetrar afturat teimum 150 vit høvdu frammanundan, so nú kunnu vit betur sýna okkara mongu vørur fram fyri viðskiftafólki okkara. Í dag hava vit skipað okkum soleiðis, at á ovaru hæddini er alt til konufólk og eisini svimjiklæði, í meðan manfólkaklæðini eru í niðaru hæddini.

Tilsamans arbeiða ídag útivið 20 starvsfólk hjá Sport 24 í Klaksvík, Havn og á Tvøroyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap