Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kommunan brúkt meira pengar enn játtað til bygging í miðbýnum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  18.10.2018 - 22:46 Politikkur Tíðindi

Í vikuni vóru hurðarnar lætnar upp á víðan vegg í nýggju snotiligu íbúðnum í miðbýnum har   fjøld av áhugaðum borgarum hava fingið møguleika til at uppliva nýggjastu íbúðirnar í Klaksvík. Harafturat var vitjað í nýggja “pumpuhúsinum” har hjarta í nýggju sjóhitaskipani húsast og í kjallaranum í posthúsinum har kunnað var um nýggja mentanarhúsið, sum ætlanin er at byggja.

Men tey sum hava fylgt arbeiðinum í miðbýnum og sum høvdu væntað at frætt tíðindi um nær íbúðirnar verða tøkar og hvør leiguprísurin er, fingu als einki nýtt at vita.
 
Í kjallaranum á Posthúsinum bjóðaði varaborgarstjórin, Signhild V. Johannese, vælkomin og gav síðani orðið til arkitektin, sum hevur teknað mentanarhúsið.  Hann vísti fram kendar tekningar og myndir av nýggja mentanarhúsinum, men heldur ikki her var nakað sagt nakað um hvussu langt verkætlanin er komin og nær klárt er at bjóða út.
 
Upprunaliga ætlanin
Tann 31. januar 2013 fær Klaksvíkar Kommuna eftir egnari umbøn eitt tilmælið frá ráðgevarafyritøku, sum umfatar fimm stovnar hjá Klaksvíkar Kommunu. Skúlin við Ósánna, svimjuhøllin, skúlin á Skúlatrøð, KÍ-høllin og Badmintonhøllin. Sambært tilmælinum skuldi samlaða íløgan kosta Klaksvíkar Kommunu 7,5 mió. kr.. Norðlýsið spurdi oljufelagið Magn um eina meting av kostnaðinum fyri eina skipan við orkusparandi kondensoljufýringum og metingin segði at íløgan í nýggju ketlarnar hevði kostað tilsamans 600.000 kr..
 
Vantandi stýring
Innlitið, sum Norðlýsið higartil hevur fingið, vísir at arbeiði við nýggju sjóhitaskipanini er merkt av vantandi planlegging og ivasamari fíggjarstýring.
 
Í mars mánaða 2016, skrivar táverandi Tekniski Stjórin í einari frágreiðing til Teknisku nevnd, at man nú er komin eftir at pumpuskipanin, sum eftir ætlan skuldi verða í kjallaranum  í bygninginum á Biskupstorginum, ikki passer inn í nýbygda kjallaran. Greitt verður frá at man ætlar at byggja ein nýggjan bygning til pumpuútgerðina og innlit sum Norðlýsið fekk eftirfylgjandi vísti at bygningurin við útgerð og instalatiónum nærkast 10 mió. íroknað fyrireikingararbeiði.
 
Um hugt verður eftir inniverandi fíggjarárið, so vóru játtaðar tvær milliónir krónur til sjóhita skipanina í miðbýnum, men sum Norlýsið nú skilur eru 6,5 mió. kr. brúktar í ár, sum er 4,5 mió. kr. meira enn býráðið hevur játtað.
 
Taka vit so arbeiði, sum kommunan stendur fyri í miðbýnum, økið kring nýggju íbúðirnar, vatn kanal, tvær brúgvar, instalatiónir (frárokna sjóhitaskipanina), vóru 7,7 mió. kr. játtaðar.  Sum skilst eru útreiðslurnar í 2018 heilar 17,5 mió. kr. sum er næstan 10 mió. kr. meira enn játtað er. Sostatt skal býráði játtað umleið 15 mió. kr. meira til arbeiði í miðbýnum í ár.
 
Sambært skjølum frá Klaksvíkar Kommunu, var mett at øll miðbýarætlanin, sum er deild sundur í trí byggistig, skuldi  kostað 57 mió. kr.
 
Til og við 2018 hevur kommunan brúkt næstan 40 mió. kr…. í miðbýnum.

Tann parturin av Sjóhitaskipanini, ið er kníttur at sjálvum miðbýnum kostar nú kommununi 14 mió. kr.. Enn hava vit ikki fingið nakra samlaða kostnaðarmeting av allari sjóhitaskipanini fra kommununi. Skipanin er mett at spara býnum 5 mió. litrar av olju um árið tá allur býurin er bundin í skipanina. Men í løtuni verður raðfest at fáa hitaskipanina at veita hita til nýggju íbúðirnar í miðbýnum, so fólk kunnu flyta inn. Síðani er ætlanin at binda Skúlan á Skúlatrøð, fimleikarhallirnar, svimjuhøllina og ítróttahallirnar í skipanina. Men í løtuni er ikki greitt nær tað verður gjørt. 
 
Sambært Dimmalætting, sum skrivaði um miðbýarbyggingina í Klaksvík fyri kortum, so hevur Klaksvíkar Kommuna bundið seg til at keypað handilshølini í veghæddini og ein part av kjallaranum av íbúðarblokkinum fyri áleið 25 - 27 mió. kr. frá Bústøðum, tá bygningurin verður handaður.
 
Enn er einki at frætta um hvat býráðið ætlar við handilshølunum í miðbýnum.
 
Frá Bústøðum verður sagt at Klaksvíkar Kommuna og býráðið fara at koma út við eini felags fráboðan um íbúðirnar á Biskupstorginum um tvær vikur.
 
------
 
Brot úr fundarfrásøgn frá byggifundi í miðbýnum tann 8. februar í ár í samband við umrøðu av Sjóhitaskipanini:
 
…. Fíggjarstýringin av hesi verkætlanini er ongantíð sett í system, men nú er ynski/krav komið frá Klaksvíkar Kommunu um, at hetta verður gjørt sum skjótast. Skiljast skal ímillum sjóhitaverkætlanina og miðbýarverkætlanina…..
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Móttøka á Klaksvíkar Heilsølu
Ferðavinnan: Mimmy Vágsheyg ársins eldsá…
Tíðin er komin til Fríðin
Góð ellisár
Eg ynski tykkara hjálp at halda fram sum…
Huus kemur til Hús
Skilagóð fíggjarstýring og gjøgnumskygni
SAVNSDAGUR Á SANDI
Epli og røtur av Sandi
Løgtingsval, Fólka­tingsval ella Kommunuv…
Búfólk á røktarheimi skulu hava eitt vir…
Betri ferðslu­mynstur í Klaksvík
Húsið og Listarok
Vit skula savnað spjaddu hjálpina
Lønarviðurskift­ini orsøk til at kvinnur…
Hava politikarar gloymt demensøkið?
50 ára starvsdagur - Móttøka
Javnaðar­flokku­rin valt lands­stýris­fólk
Fólka­flokskafé í Skálanum
Tilflytarar í Klaksvík – Ein inklusiv ko…
Lýsing