Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jógvan spyr um navnanevndina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.10.2018 - 08:13 Politikkur

Tingmaðurin úr Fuglafirði vil hava Sirið Stenberg at svara uppá Navnalóggávu, navnanevnd og kærur í samband við navnalóggávuna

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg

Um navnalógina

 

1.     Hevur landsstýriskvinnan nakrar ætlanir um at endurskoða navnalógina?

2.     Heldur landsstýriskvinnan, at broytingar eiga at verða gjørdar í sambandi við navnanevndina?

 

Viðmerkingar:

Enn einaferð hava vit verið vitni til, hvussu órímilig navnalógin – og serliga navnanevndin ella tulkingin hjá navnanevndini av § 2, stk. 2 í navnalógini er, har tað stendur, at navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur.

Longu tá ið navnalógin var til viðgerðar í 1992, vóru tað fleiri, sum vístu á, at lógin var alt ov fjøtrandi og trong í sambandi við fornøvn – og tað hevur sanniliga eisini víst seg.

Tíbetur varð bøtt eitt sindur upp á lógina við broytingunum í 2002 og 2006, soleiðis at føroyingar m.a. aftur sluppu at kalla upp. Men hetta var als ikki nóg mikið.

Og tað sóu vit aftur nú í sambandi við hetta fitta navnið, Irdi, sum navnanevndin noktaði foreldrunum at geva dóttrini.

Eivind Weihe, ein av Føroya fremstu málfrøðingum og granskarum, lýsti tað so væl hetta kvøldið í sjónvarpinum. Hann dugdi als ikki at síggja, at nakað skil var í grundgevingunum fyri at nokta fyri at nýta hetta navnið, og helt, at henda loysnin við at skoyta ”ð” uppí var láturlig.

Hann vísti á, at lógin verður tulkað alt ov fýrkantað og strangt.

Hetta vísir okkum týðiliga, at málfrøðingar als ikki eru á einum máli um, hvat er í samljóði við føroyskar málreglur, og navnanevndin hevur eina øgiliga makt, ja, onkur hevur sagt, at hon á ein hátt hevur bæði lóggevandi og dømandi myndugleika.

Undirritaði heldur, at tíðin er komin at gera broytingar á økinum, at endurskoða lógina, og annaðhvørt at avtaka navnanevndina ella í minsta lagi at fáa fleiri málfrøðilig sjónarmið inn í hana, so føroyingar fáa eina lóg, sum teir kunnu kenna seg aftur í.

......................................................................................................

 

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg

Um kærur í sambandi við navnalógina

 

1.     Heldur landsstýriskvinnan tað vera rætt, og er rættartrygdin í lagi, tá ið Heilsu- og innlendismálaráðið í sambandi við kæru um avgerð hjá Navnanevndini bara nýtir sama myndugleikan, nevniliga Navnanevndina, sum tulkingarmyndugleika og als ikki spyr aðrar málfrøðingar ella myndugleikar til ráðs?

2.     Hevur landsstýrið nakrantíð ógildað avgerðir hjá Navnanevndini?

 

Viðmerkingar:

Hesin spurningur verður settur í sambandi við avgerð hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum viðvíkjandi kæru um avgerð hjá Umhvørvisstovuni og Navnanevndini.

Navnanevndin hevur fyrr í summar tikið avgerð um ikki at játta einum foreldrum at geva dóttur teirra navn og hevur grundað avgerðina á eina eftir mínum tykki sera ivasama tulking av, at navnið ikki er í samljóði við føroyskar málreglur.

Foreldrini halda, at avgerðin er sera órímilig, og kæra til Umhvørvisstovuna, sum staðfestir avgerðina hjá Navnanevndini bara við grundgevingunum hjá – ja, somu Navnanevnd.

Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni verður síðani kærd til Heilsu- og innlendismálaráðið, har foreldrini við skilagóðum grundgevingum vísa á, at navnið er heilt vanligt og eisini fullkomiliga sambæriligt við onnur nøvn, sum eru loyvd.

Nú skuldi tú trúð, at Heilsu- og innlendismálaráðið fór at kanna málið nærri og viðgera tað frá fleiri síðum og t.d. spyrja fleiri málfrøðingar til ráðs. Men, nei! Heilsu- og innlendismálaráðið fer til somu Navnanevnd og biður um frágreiðing frá teimum – og fær sjálvandi somu trongu tulking frá teimum.

Henda mannagongdin tykist sera løgin – her er eingin grund til at kæra. Tú hevur tapt frammanundan.

Men er rættartrygdin í lagi?

 

Á løgtingi, 24. oktober 2018

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap