Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tey gjørdu nógv burtur úr veðurlagsfundinum í París. | Mynd: Yann Caradec

Veðurlagsdiplomati – úr Rio de Janeiro til París

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.11.2018 - 14:46 Tíðindi Veðrið

Hvussu veðurlagið er broytt síðan 1880ini, er ofta dokumenterað í bókum og filmi. Hvussu veðurlagið fer at broytast næstu ættarliðini, hava vísindafólk nøkur boð uppá. Hesi boð byggja á allar mátingarnar og allar kanningarnar, tey hava gjørt kring allan heimin í mong, mong ár.

Mong viðurskifti eru, sum kanska gera tað eitt sindur fløkt at fylgja við hesum kjaki.

Her verður farið eitt lítið sindur aftur um nøkur av hesum viðurskiftum og roynt at greiða frá.

Hesaferð er tað um, hvussu polittakarar og diplomatar hava viðgjørt avbjóðingarnar við veðurlagsbroytingum.

Í desember í 2015 var fundur um veðurlagsbroytingar í París. 195 lond vóru umboðað. Ein semja var gjørd og undirskrivað at minka um útlatið av CO2. Hetta var fyrsta altjóða veðurlagsavtala.

Øll londini – rík sum fátøk, stór sum smá – bundu seg til at taka neyðug stig at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.

Hóast mikið varð fegnast kring allan heim um París-avtaluna, so var greitt beinanvegin, at tað fór at vera trupult at náa endamálinum, tí tey ríku londini skuldu sjálvboðin hjálpa og fíggja teimum fátøku londunum til varandi orku og minni útlát.

Avtalan stendur og fellur við, hvat tey stóru londini halda og gera. Eitt av teimum allarstørstu í hesum sambandi er USA. Donald Trump, forseti, hevur ikki hildið serliga nógv um avtaluna, og hevur hótt við at taka USA úr avtaluni aftur. Tað hevur ikki júst gjørt vónirnar størri, at náa endamálið við semjuni.

Hildið verður, at París-avtalan er eitt stórt stig rættan vegin. Innihaldið í avtaluni er als ikki nóg mikið at steðga globalu upphitingi, sigst, men tað at ein avtala bleiv gjørd, er eitt stórt stig rættan vegin.

Tilgongdin til eina slíka avtalu byrjaði í Rio de Janeiro í 1992. Tá vóru tað 196 lond sum gjørdi avtalu um at arbeiða víðari við hesum – og avtalan í 2016 er so higartil seinasti varðin á leiðini.

Í 1992 var George H. W. Bush forseti í USA. Hann skrivaði undir avtaluna, sum senatið seinni sama ár staðfestið. Forsetarnir í USA eftir Bush (eldra): Bill Clinton, George W. Bush (yngri) og Barack Obama, hava allir tikið undir við avtaluni og hava stimbrað kjakið – meiri ella minni – um avmarking av útlátinum av CO2 og øðrum vakstarhúsgassi.

Við Donald Trump er støðan meiri enn eitt sindur øðrvísi og ógreið. Hann hevur verið ógvuliga avvísandi at taka globala upphiting í álvara, men miðjan oktober mánaða í ár (2018) segði hann í viðtali við New York Times, at tað møguliga var okkurt í tosinum um globala upphiting. Hansara greiða støða hevur annars verið, at alt hevur verið skrøgg og narrarí!

At fara frá nýtslu av koli og olju ber ikki til frá degi til dags. Livifóturin er enn so nær tengdur at koli og olju, og spurningurin er, hvat skal koma ístaðin?

Tosað hevur verið um m.a. um reint nátturugass, sjóvarfalsorku, vindorku, umframt tryggari kjarnorkuverk.

Livst so spyrst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap