Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókaummæli: Í kjalarvørrinum – lív okkara

SKRIVAÐ: Martin Fjallstein  |  07.11.2018 - 14:49 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi

Eftir eitt langt lív kunna øll líta aftur um bak og minnast. Vit líta aftur í kjalarvørrin og síggja, at kósin var ikki altíð so snórbein. Kjalarvørrurin sveiggjar ymsan veg, og onkuntíð melur hann næstan í klingur, til vit rættaðu kósina aftur. Vit kunna eygleiða kjalarvørrin í lívssigling okkara, til vit síðstu ferð lata eygu aftur og lata akker falla …

Jórun og Osmund Justinussen í Havn hava gjørt hetta sama, og nú hava tey bæði fest tað á blað. Í nýggju bókini, sum kallast Í kjalarvørrinum – lív okkara, siga tey frá tí drúgva tíðarskeiðnum frá barnaárum í Leirvík og Havn, og til tey gott og væl eru farin um gullbrúdleypsaldur.

Nógv onnur kundu gjørt tað sama sum Justinussen-hjúnini, men fáa tað ikki upp í lag ella kanska halda, at har er so lítið at siga frá. Eisini kann onkur hugsa, at tað er at gera seg upp at skriva sína egnu lívssøgu. Harafturat veit ein og hvør, at alt verður ikki fest á blað, og hvør sigur, at alt er satt, sum har stendur.

Nú skal hetta standa sína roynd hjá Jórun og Osmundi, sum hava valt at skriva sína lívvsøgu, og ikki bara tað. Tey hava skrivað hvør sína bók og innbundið tær í eitt bókaverk. Ein bók við tveimum lívssøgum í. Hetta man vera eindømi í Føroyum og allastaðni rættiliga óvanligt. Tey bæði settu seg hvør í sínum lagi at skriva og siga frá barnaárum, slekt og hendingum á leiðini. Við iva og bivan vágaðu tey sær at enda at fullfíggja hetta og fáa tað útgivið í bók. Fyrri parturin, ella tveir triðingar, er bókin hjá Osmundi, og seinni parturin er bókin hjá Jórun.

Osmund vaks upp í leirvíkstúni millum fiskimenn og konur heima og í fiski, fisk, bátar og skip. Fyrstu árini líktust teimum hjá øðrum bygdardreingjum, men eins og brøður og slekt hevði hann útlongsul. Víða hevur hann verið og mongum vási hevur hann verið í. Hansara vinnulívsroyndir á sjógvi og landi eru nakað fyri seg: fiskimaður, skipari, skrivstovumaður, royndarfiskiskapur, laksaveiða, svartkjaftaveiða, ídnaðarfiskur, toskur og gulllaksur. Skip, skip og aftur skip. út við 50 skip, reiðari, formaður í ymsum vinnufeløgum og í Reiðarafelagnum. Har hevur verið kollsigling og góð undansigling, peningatrot og peningur til íløgur. Nýggjar royndir og aftur nýggjar royndir, keyp og søla. Hvør gleðist við honum, og hvør man illneitast inn á mannin:  tann miðvísa vinnulívsmannin, gávumilda bygdarmannin, kristniboðaran, veðurfrøðingin … ?

Jórun vaks upp í Mattarlág. Har var stílur í og friðsælt saman við pápa og mammu, ommu og abba, systrum og lítlabeiggja. Pápin beinasamur skrivstovumaður, mamman stákaðist heima. Alt so snøgt, væl gjørt og hugnaligt. Hetta fall Jórun væl, men ein lítil íspegil var eisini í henni. Tað stílreina helt tó fram í tænastu hjá Ríkisumboðnum og í samkomuni, har hon miðskeiðis í sekstiárunum hitti Osmund, sum kom upp á prei. Nú broyttist so nógv. Fína havnargentan gjørdist sjómanskona, reiðarakona, kona vinnulívsmannin, mamma við trimum synum og húsum á Frælsinum. Kreativ hevur hon verið, stuðlaði manninum í tí, hann fór uppí og sjálv uppi í øllum. Tey fingu nú mest sum sama kjalarvørr, men ymist er, sum tey síggja hann. Hon frøddist um so mangt, stúrdi og ógvaðist viðhvørt, og hon hevði, ið hvussu er, ikki keypt nakað skip!     

Í Kjalarvgørrinum – lív okkara er tann áhugaverda lívssøgan hjá reiðara- og vinnulívshjúnunum á Frælsinum í Havn. Í eina hálva øld hava tey verið uppi í føroyskum vinnulívi, mentanarlívi og frá barnsbeini í samkomuni, og tey bæði siga frá hesum øllum og eisini um familju, slekt og vinfólk. Forvitnisligt er mangt í hesum frásøgnum, annað upplýsandi og áhugavert. Frálíkt at lesa og frálík gávubók.     

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini