Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið í Ánunum tendrað

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  06.12.2018 - 13:44 Kykmynd Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var serliga hugnaligt í gjárkvøldið í góðveðrinum at hoyra Heina Mohr, sum jú er ættaður úr Ánunum, greiða frá jónunum í Ánunum, tá ið hann var smádrongur.

Heini dugdi væl at siga frá og hevur lættan málburð. Klaksvíkar Hornorkestur spældi, sum so ofta fyrr, og varð eisini boðið til ein góðan kaffimunn, sum ánafólkini høvdu riggað til høvið.

Hans David Matras, lærarin hevði einaferð biðið flokkin hjá Heina um uppgávur at siga frá teirra uppruna – Heini skuldi m.a. greiða frá Ánunum og fór tí at kanna, nær Ánirnar vórðu bygdar. Hann spurdi umkring og endaði við at fara norður til bónda at spyrja. Bóndin svaraði, at hann visti ikki, men hann visti ein, sum visti, og tað var Linga.

Heini kendi ikki Lingu, men hevði hoyrt um hana, og visti hvør hon var. Hann mannaði seg tí upp til at fara at spyrja Lingu. Linga hevði hønur, høsnarungar, kettur og kettlingar, dunnur, seyð og hon hevði eina geit eisini!

Jú, Linga visti at siga frá, at fyrstu ferð tað reyk í Ánunum, var, tá ið pápi hennara varð føddur - hetta er um miðskeiðis í 1800.  Linga varð fødd í 1890.

Heini hugleiddi, um nissuna, sum plagdi at vitja tey á Jólum. Tað var altíð spennandi at fáa vitjan av nissuni, sum visti væl um viðurskiftini í Ánunum. Men Heini visti eisini at siga frá, at nissan búði undir Snæfelli. Hetta tí, at tað eina árið høvdu hann og beiggi hansara fingið hvør sína lummalykt í jólagávu - tá ið so nissan fór av staðaftur, fór hon niðan frá húsinum hjá teimum, men læt teir vita, at tá ið hon fór aftur um eina ávísa sýn uppi undir Snæfelli, so sóu teir hana ikki meir, tí hon búði har nærhendis.

Nissan skuldi blunka til teirra við sínari lykt og teir við teirra, tá ið hon var komin nakað niðanfrá, sum eina heilsan um “Tøkk fyri hesuferð – vit síggjast næstu jól”. Jú, hon so gjørdi og teir tað sama. Tí vóru Heini og systkini viss um, at nissan búði undir Snæfelli.

Tað var ein hugnalig løta við góðnum hornblástir, góðari røðu, vøkrum jólatræi og góðum kaffimunni í Ánunum – við Edmundstrø - í gjárkvøldið.

Sí haldið her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kvøldskúlin: tilmeldingin letur upp í da…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum