Tryggjaðu felag hjá fráfarandi stovnsleiðara fíggjarliga í fimm ár
Eftir samráðingar millum borgarstjóran, varaborgarstjóran og leiðaran fyri kommunala stovnin “Húsið”, samtykti Klaksvíkar býráð eina avtalu á afturlatnum býráðsfundi, sum tryggjar privata felagnum hjá fyrrverandi stovnsleiðaranum í kommunala stovninum, hálva million krónur í árligum kommunalum stuðli fram til 31. mars 2023. Málið hevði slíkan skund, at pengingur varð samstundis játtaður til “starvs-flytingina” við eykajáttan frá býráðnum.
Norðlýsið hevur fingið innlit í hesa heldur sjálvsomu avtalu, sum ein meiriluti í Klaksvíkar Býráð samtykti endaligt á afturlatnum býráðsfundi í mai mánaða 2018.
Málið í stuttum:
Ungdómshúsið í býnum, sum býráðið eigur og rekur, var komið í tað støðu at tali á brúkarum var í støðugari minking. Leiðarin fyri “Húsið” Jógvan Andrias Joensen, hevði umframt fulltíðarstarv sum stovnsleiðari hjá Kommununi, eisini eitt privat smápartafelag, sum hevur handilin Leikalund, í sunnara partinum av veghæddini í bygninginum hjá Norðoya Fornminnasavni úti í gomlu Klaksvíkini. Afturat hesum hevur hann eisini skipað fyri konsertum og mentunarligum tiltøkum í Spaniastovu í norðasta partinum av bygninginum. Hesi mentunartiltøkini hava sum skilst fingið jaliga undirtøku millum fólk.
Sambært skrivið frá umsitingini hjá býráðnum var greitt, at okkurt munagott mátti gerast fyri at broyta neiligu gongina í kommunala ungdómshúsinum:
…. Til nevndu viðurskifti kann í stuttum upplýsast, at býráðsumsitingini kunnugt eru ongar beinleiðis teljingargjørdar av talinum av brúkarum í Húsinum. Kortini varð greitt, áðrenn henda seinasta flyting og umskipan av Húsinum varð gjørd, at talið av brúkarum og virksemið í Húsinum var í minking, og at tørvur sostatt var á eini nýggjari byrjan…..
Í frágreiðing til býráðssamtyktina, sum var til viðgerar í Mentunarnevndini tann 13. Mars 2018 og sum bleiv endaliga samtykt í býráðnum tann 3. mai 2018, stendur soleiðis at lesa:
…… hava borgarstjórin og Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, virkandi trivnaðarnevndarforkvinna, samskift við Jógan Andrias Joensen um møguliga at gera eina slíka umskipan og uppraðfesting av Spaniastovu, sum leggur virksemið har í eina fasta legu og tryggar karmar…
…. Somuleiðis er Jógvan Andrias sjálvur áhugaður í eini umskipan, sum inniber, at hann fer úr starvi hjá Klaksvíkar Kommunu og burturav fer at starvast við Spaniastovu (Red: Felag hjá Jógvan A. Joensen)….
Borgarstjórin og varaborgarstjórin hava sambært hesum fingið eina avtalu í lag við kommunala stovnsleiðaran, um at fara úr kommunala leiðarastarvinum samstundis sum býráðið tryggjaði privata felagið hjá fráfarandi stovnsleiðaranum fíggjarliga. Í fráfaringar semjuni verður avtalað at Klaksvíkar Kommuna skal stuðlað “Felagnum Spaniastova” við eini peningaupphædd, sum tykist taka útgangsstøði í lønini, stovnsleiðarin hevur fingið, sum leiðari í kommunala ungdómshúsinum.
…. Avtalað er við Jógvan A. Joensen at hann fær løn í tveir mánaðar í samband við hesa ætlaða fráferð úr kommunala starvinum, sum fær gildi pr. 1. Apríl 2018. Sostatt verður talan um løn í tveir mánaðir + umleið 6 vikur í uppspardari summarferiu. Hendan útreiðslan verður borin av játtanini til Húsið (Red.: Ungdómshúsið).
Lagt verður upp til, at árliga gjald kommununar sambært avriksáttmálanum við Spaniastovu verður 530.000 kr., ella kr 44.167 um mánaðin forút……
… til at fíggja hesa nýggju rakstrar útreiðslu (RED: Tríggjar ársfjórðingar í 2018) verður mælt til, at býráðið samtykkir nevndu upphædd á 367.500 kr. sum eina eykajáttan í 2018 til rakstrarstað “stuðul til Mentan”….
…. Hetta kommunalt fíggjaða virksemið hjá Spaniastovu er ikki skipað við heimild í lóg, men talan er um kommunala stigtøku til at styrkja og menna nøkur tilboð, sum betra um vælferð og trivnað borgaranna……
Býráðsminnilutin í tvíningum
Tá málið er til politiska viðgerð í trivnaðarnevndini, verður tað samtykt við atkvøðum hjá býráðsmeirilutanum.
Nevndarlimurin, Beinur Johannesen, sum er partur av minnilutanum í býráðnum, mælir til at bíðja verður eftir tilmælið frá arbeiðsbólki, sum ætlanin er at seta í samband við avtaluna.
Í mentunarnevndini, mæla Gunvá við Keldu og Atli S. Justinussen til,
.... at samskipanin av mentunardeplinum hjá kommununi fevnir breiðari enn nevnda tilmæli. At arbeiðsbólkurin ætlanin er at seta, skal greina og samansjóða allar tættir av mentunnarlívinum í Klaksvík saman við eini uppraðfesting av Tónlistaskúlanum. Somuleiðis mælir minnilutin til, at søkt verður eftir nýggjum leiðara til Mentannar húsið í góðari tíð, so hesin fær møguleika at samskipað økið, ið hann fær ábyrgdina av.
Málið varð samtykt við aðru viðgerð í býráðnum, á afturlatnum býráðsfundi, tann 3. mai 2018 við 7 atkvøðum fyri (Jógvan Skorheim, Signhild V. Jóhannesen, Tummas J. Lervig, Kristian Eli Zachariasen, Beinta Klakkstein, Óli Lassen og Steinbjørn O. Jacobsen) og 4 ímóti (Gunvá við Keldu, Atli S. Justinussen, Beinir Johannesen og Herfrí J. Sørensen).
Sostatt atkvøddi umboðið hjá Tjóðveldi saman við býráðs meirilutanum, meðan umboðini hjá Fólkaflokkinum í minnulutanum atkvøddu ímóti.
Tann 8. Mai 2018 undirskrivað borgarstjórin og Kommunustjórin saman við fyrrverandi kommunala stovnsleiðaranum/eigaranum av felagnum Spaniastovu, avrikssáttmálan.
---------
Niðanfyri endurgeva vit brot úr innlitið Norðlýsið hevur fingið.
Harafturat kann býráðssamtyktin og sáttmálin takast niður sum PDF fíla:
AVRIKSSÁTTMÁLI (PDF) OG NOTAT FRÁ LØGFRØÐINGI Á KOMMUNUSKRIVSTOVUNI
BÝRÁÐSSAMTYKT (PDF)
Tann 22. Mars 2018
skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu soleiðis:
.... Beinta Gregersen var sum nevnt leiðari í Húsinum frá byrjanini til 2011. Tá tók Jógvan Andrias Joensen við starvinum. Hann fer nú úr starvinum sum leiðari og verður ístaðin lyklapersónur í uppraðfestingini av mentanardeplinum úti í Klaksvík, har avrikssáttmáli er gjørdur millum Spaniastovu og kommununa um fjølbroytt mentanartiltøk í gomlu Klaksvíkin
Tann 22. Mars 2018 (RED: Sama dag)
Skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu soleiðis:
- Spaniastova er ein dýrabar perla fyri mentanarlívið í Klaksvík, og virksemið byggir á eitt stórt ídni og áhaldni hjá fyriskiparunum, sum javnan forkela okkum øll við tiltøkum og framførslum, sum blása lív í mentanarpallin í Klaksvík og Føroyum sum heild. Við at gera avrikssáttmála millum kommununa og Spaniastovu kunnu vit leggja virksemið í eina fasta legu og harvið stuðla tí áhugabygda grundarlagnum, sum bæði er virðismikið og virðisskapandi fyri okkum sum kommunu og lokaløki, sigur Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini.
Tann 14. Desember 2018
…. Til nevndu viðurskifti kann í stuttum upplýsast, at býráðsumsitingini kunnugt eru ongar beinleiðis teljingargjørdar av talinum av brúkarum í Húsinum. Kortini varð greitt, áðrenn henda seinasta flyting og umskipan av Húsinum varð gjørd, at talið av brúkarum og virksemið í Húsinum var í minking, og at tørvur sostatt var á eini nýggjari byrjan. Á hesum øki kann í dag staðfestast, at umleggingin og flytingin av Húsinum higartil hevur givið tað ynskta úrslitið, tí sambært núverandi leiðara er undirtøkan fyri Húsinum blivin rættiliga góð, hóast hon sjálvandi eisini nú kann sveiggja nakað. Sum heild er undirtøkan sera góð fyri Húsinum í dag….
Í frágreiðing til uppskotið til býráðssamtykt, sum er til viðgerar í Mentunarnevndini tann 13. Mars 2018 og sum verður endaliga samtykt í býráðnum tann 26. Apríl 2018, stendur soleiðis at lesa:
…… hava borgarstjórin og Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, virkandi trivnaðarnevndarforkvinna, samskift við Jógan Andrias Joensen um møguliga at gera eina slíka umskipan og uppraðfesting av Spaniastovu, sum leggur virksemið har í eina fasta legu og tryggar karmar…
…. Somuleiðis er Jógvan Andrias sjálvur áhugaður í eini umskipan, sum inniber, at hann fer úr starve hjá Klaksvíkar Kommunu og burturav fer at starvast við Spaniastovu (Red: Firma hjá Jógvan A. Joensen)….
…. Sambært Lønardeild kommunurnar eru tær samlaðu, árligu lønarútreiðslurnar í samband við Jógvan Andrias við øllum tilhoyrandi gjøldum: 440.000 kr. ella 36.667 kr. um mánaðin. Í samband við møguliga fráferð úr starve hevur Jógvan A. Joensen higartil uppspart sær eina uppsagnartíð á fimm mánaðir, umframt uppsparda feriu.
Avtalað er við Jógvan A. Joensen at hann fær løn í tveir mánaðar í samband við hesa ætlaða fráferð úr kommunala starvinum, sum fær gildi pr. 1. Apríl 2018. Sostatt verður talan um løn í tveir mánaðir + umleið 6 vikur í uppspardari summarferiu. Hendan útreiðslan verður borin av játtanini til Húsið (Red.: Ungdómshúsið).
Lagt verður upp til, at árliga gjald kommununar sambært avriksáttmálanum við Spaniastovu verður 530.000 kr., ella kr 44.167 um mánaðan forút.
… til at fíggja hesa nýggju rakstrar útreiðslu (RED: Tríggjar ársfjóðringar í 2018) verður mælt til, at býráðið samtykkir nevndu upphædd á 367.500 kr. sum eina eykajáttan í 2018 til rakstrarstað “stuðul til Mentan”….
…. Hetta kommunalt fíggjaða virksemið hjá Spaniastovu er ikki skipað við heimild í lóg, men talan er um kommunala stigtøku til at styrkja og menna nøkur tilboð, sum betra um vælferð og trivnað borgaranna……