Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Eydbii Myndir 2026

Opera fyri øll í Varpinum

SKRIVAÐ: Jórun Pólsdóttir, tónlistafólk  |  03.03.2026 - 19:20 Mentan Myndarøð Tíðindi

Kul. Rúnarbindandi. Flott. Stuttligt. Hesi orð hoyrdust suða ímillum áhoyararnar, tá áhoyararnir eftir lokna sýning vóru á veg út, og fullsettu stólarekkjurnar so spakuliga tømdust, Tvær sýningar av Operaperlur vóru á skrá í Varpinum og báðar vóru útseldar.

 

 

Longu tá verturin, Anfinnur Heinesen, og Operetturnar bóðu vælkomin í hurðini, og fullsettir benkur og eyka stólar vóru niðri á gólvinum, vuksu væntaninar til sýningina. Á pallinum sat pianistur í dramatiskum búna við opna flyglið og bíðaði.
Hóast Operaperlur var lýst sum familjukonsert, so var sýningin so mikið meira enn ein konsert. 

Verturin Anfinnur Heinesen trínur inn á pallin sum W.A.Mozart og fortelur og fangar uppmerksemi hjá smáum, ungum sum eldri. Heilt frá byrjan brúkar hann alt rúmið í salinum, íroknað svalan, at draga áhoyrarnar inn. Sýningin varir ein tíma uttan steðg – yvirgongdirnar eru so væl lagdar til rættis, at áhoyrarin ongantíð hyggur burtur.

Fyrsta lagið er úr operuni Turandot eftir G. Puccini, har Birita Adela Davidsen hevur sett argandi tekst til, um at sløkkja telefonirnar. Klaverleikarin Polina Fradkina spælir á flyglið, og hegnisliga bindur hon saman alla sýningina við sínum klaverspæli, sum altíð kennist leikandi lætt. Hon er fundamentið.

Skúlakórið á Skúlatrøð telur eini 120 børn og næst á skránni syngja børnini og Operetturnar «Tað ljómar so vakurt» úr Gandafloytuni eftir W.A.Mozart, sum B. A. Davidsen hevur umyrkt til føroyskt. Tað skilst á lagnum, at børnini í Klaksvík eru væl kend við operuna Gandafloytan, sum Birita Adela Davidsensetti upp fyri børn í Varpinum í 2025. Tað sigur ikki lítið um týdningin av gera dygdargóðar konsertir til børn!

Fyrsti solisturin, Herfinnur Árnafjall, kemur inn sum ein fuglur, og syngur «Der Vogelfänger», sum eisini er úr Gandafloytuni, meðan smáir fuglar tita á pallinum. Frá byrjan til enda, á konsertini, er nógv gjørt burturúr búnum.

Næst kemur Birita Adela Davidsen inn sum ein sannførandi dukka, sum skal upptrekkjast fleiri ferðir, og syngur ariuna «Les oiseaux dans la charmille» úr operuni Ævintýrið hjá Hoffman eftir J. Offenbach. Eg gloymi næstan, at dukkan er Birita Adela.

Eina løtu eigur Polina Fradkina einsamøll spot-ljósið í myrka salinum og spælir «Fantaisie Impromptu» eftir F. Chopin, við sínum fjaðurlætta spæli, har fingrarnir nærum dryppa av musikaliteti. Eitt andarhald í konsertini.

Meðan pallurin verður umskapaður til eina italienska vínstovu, hendir nakað óvæntað. Skúlastjórin á Skúlatrøð, Jónleif Jóhannesen, reisist úr áhoyrarafjøldini, og spælir á harmoniku undir hjá Herfinni Árnafjall, sum syngur «Bella Notte» úr teknifilminum Lady og Vagabonden. Jónleif stóð annars ikki á lýsingunum og týðiligt er, at børnini kenna hann væl.

Klaksvíkar manskór kemur meira og meira í spæl, og við rungandi sangi verða vit nærum blást umkoll, tá teir ágrýtnir syngja shanty’in «Skiparin» úr operuni Flúgvandi hálendingurin eftir R.Wagner, sum B. A. Davidsen hevur umyrkt. Restina av sýningini eru teir nærum alla tíðina við, og pallurin er alsamt í rørslu av sangi, spæli, dansi og leiki. Tað ger stórt inntrykk, at so nógv fólk eru virkin á pallinum samstundis.


Romantikkurin steðgar ikki, og Birita Adela Davidsen og Herfinnur Árnafjall syngja duett «Lippen Schweigen» úr operettuni Lustige Witweeftir F. Lehár. Og hvat er er meira romantiskt, enn tá ið føroyingar saman syngja «Kom og dansa»? Við framhaldi úr somu operettu, við brotinum úr «Ballsirenen» og við føroyska tekstinum, syngur allur tann stúgvandi fulli salurin saman.

 

Ferðin og intensiteturin veksur, sum konsertin líður, og solisturin Birita Adela Davidsen, manskórið og Operetturnar framføra ariuna Art is calling for me (I want to be a Prima Donna) úr Broadway operuni The Enchantress eftir Victor Herbert.
Barnakórið og Operetturnar enda sýningina, við at synga úr operuni Carmen eftir G. Bizet við teksti, sum B.A.Davidsen hevur umyrkt til føroyskt. 
Sum rosinan í pylsuendanum – sum ikki stóð á innanhýsis skránni – høvdu Operetturnar ein fittan takkarsang til lærarinnu teirra og motorin aftanfyri alt set-up’ið, Biritu Adelu Davidsen, við lagnum «O Tannenbaum», áðrenn tær handaðu henni blómur.

Soleiðis fáast børn, tannáringar og vaksin í øllum aldri at sita rúnarbundin og lurta, flenna hart og syngja við; við at flyta operaperlur heilt frá wienerklassisismuni og til dagin í dag inn í Varpið í Klaksvík, har flygelspæl og sangur er á høgum stigi, sjónleikur, dansur, búnar og ljósarbeiði ganga upp í hægri eind og ikki minst at inndraga tey, sum virka dagliga í økinum. 

Vónandi verður hetta dygdartiltak tikið uppaftur. Opera fyri øll.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran