Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bussleiðin yvir 6000 ferðandi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.01.2019 - 12:03 Tíðindaskriv

Bussleiðin er komin fyri at vera. Tølini yvir ferðandi í 2018 vísa at 6033 ferðandi hava koyrt við bussleiðini og er hetta ein munandi hækking í mun til 2017 tá 5686 ferðandi brúktu bussleiðina.

Bussleiðin í Sunda kommunu hevur koyrt síðani 2. januar 2017. Síðst í 2018 varð samtykt av býráðnum at bussleiðin skuldi halda áfram í 5 ár og koyringin varð boðin út.

Í tí sambandi er nakrar broytingar gjørdar í ferðaætlanini. Nýggja ferðaætlan kemur í gildi mánadagin 7. januar 2019. Ferðaætlanin verður borin í hvørt hús í Sunda kommunu í komandi viku. Nýggja ferðaætlanin er eisini tøk her. 

Bussleiðin er ein ókeypis tænasta til borgarar í Sunda kommunu sum koyrir allar gerðandisdagar frá kl. 16.00 til 22.00.

Rís og rós um bussleiðina og ferðaætlanina kunnu sendast til sunda@sunda.fo 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Súnhild Langgaard er borgari nr. 1600 í…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (Seinni p…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (1. partu…
Umfatandi eftirlits­kann­ingar av línuskip…
10. ferð at KÍ kemur víðari í altjóða fó…
Samrøða við Hallur Joensen
Video: KÍ 2 - 0 SJK Seinäjoki
Gongur væl við KG
Norðborg á Norð­havnina
Borgar­stjó­rin heilsaði upp á gullvinnara…
Tollstríðið órógvar handilin
Lions stuðlar Sinnisbata
Lívsleiðis Hendingar
Bogi Bech Jensen: Sloyfa málið um 100% g…
Finalur­nar í einmansleiki klokkan 10
Klaksvíksdamur í finaluni í dag
Myndarøð: KÍ vann samanlagt 4-1 á SJK
KÍ kom aftur í ár víðari eftir sannføran…
Samuel Chukwudi takkargávu úr Klaksvík
Føroyskir viðmerkjarar til NSÍ dystin