Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nú er lágtrýstið farið eystur um Føroyar. Í morgin fara vit at liggja undir einum hátrýstryggi, meðan vit bíða eftir næsta lágtrýstinum. Tað fer tó nakað longur norður enn tað, sum hevur verið um okkara leiðir í dag. | Mynd: www.dmi.dk

Minkandi vindur í nátt

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.01.2019 - 21:48 Tíðindi Veðrið

Tað hevur verið nógvur vindur í dag. Vindmátarin hjá Landsverki á Gøtueiði vísti miðalvind á 20 m/s klokkan 14; tá vóru hvirlurnar uppi á 30 m/s – t.e. 1½ ferð miðalvindin.

Í kvøld er minni vindur, og tað er turt mestsum allasteðs.

Vindur fer at minka meir í kvøld og í nátt. Í morgin ári, tá ið fólk fara til arbeiðis, er vindferðin komin niður í 8 til 12 m/s av somu ætt sum í kvøld, útnyrðingi.

Hetta kalda luftrákið fer at halda á allan morgin. Í annaðkvøld er ætlandi mestsum stilli.

Um midnáttarleitið í annaðkvøld er liðugt við høgættini á hesum sinni. Tá kemur útsynningur aftur og lýggjari veður.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini