Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
12 skip fiskaðu menningarkvotur í fjør, teirra millum var Tummas T. | Mynd: kvf.fo

Menningarkvoturnar higartil kostað samfelagnum yvir 200 mió. krónur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.01.2019 - 10:50 Leiðarin Politikkur Vinna

Kringvarpið hevur roknað seg fram til at 83% av menningarkvotunum vórðu ikki fiskaðar í 2018. Norðlýsið hevur tosað við fólk, sum hava við virðisøking á landi at gera. Sagt verður at útflutingsvirðið á hesum nøgdum er umleið 200 mió. krónur

Stórur partur av menningarkvotunum í 2018 vórðu ikki fiskaðar. Hesin fiskur varð tikin frá verandi aktørum og latin til nýggjar aktørar, tí hetta skuldi verða samfelagnum at gagni segði landsstýri.

Kringvarpið skrivar at sambært vektarseðlunum hjá Vørn, lupu 3.641 tons av makreli, 3.015 tons av norðhavssild og 41.562 tons av svartkjafti í menningarkvotum av í fjør - tilsamans 83 %. 

Miðalprísurin á hesum fiskasløgum er 8,25 krónur fyri makrel, 3,00 krónur fyri sild og 1,85 krónur fyri svartkjaft

Samlaða avreiðingarvirðið, ið sostatt er mist er umleið 116 mió. krónur.

Norðlýsið hevur tosað við fólk, sum hava við virðisøking á landi at gera. Sagt verður at útflutningsvirðið á hesum nøgdum er umleið 200 mió. krónur. Henda risa upphædd sær altso út at verða gloppin Føroya landi av hendi. 200 mió. krónur, ið sjálvsagt høvdu gjørt sínar ringar í vatni. 

 

Munur á óbrúktum?

Hetta er sjálvsagt treyta av at fiskurin ikki verður fiskaður. Røddir eru nú frammi at flyta óbrúktar menningarkvotur í 2018 til 2019. Hetta verður neyvan veruleiki um vit hyggja eftir umsitingarsiðvenjuni við óbrúktum fiskidøgum. Har ber ikki til at flyta yvir um ár - livst so spyrst. 

Verða menningarkvoturnar fiskaðar, so koma pengarnir inn. Men í øllum førum er henda upphædd mist í teimum økjum, ið ikki hava atgongd til menningarkvoturnar. Mist í lønum til fólk í hesum økjum. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Norð­oyastevna program 2026
Icelandair fer at flúgva alt árið
Starvs­felagið nýggjan 1-ára sáttmála
Játtan til høvuðs­útbúgvingarstørv er týð…
Almenn móttøka á Sjóndepli­num
Barna­súkkling á Norð­oyastevnu
Bókasavnið á Norð­oyastevnu
Árligi barna­fagnaðu­rin á skránni í dag
Sjúkra­húsverkið kunnaði um krabba­meinsát…
Annfinnur og Jóan Petur vitja Norðlysið
Lands­stýrið tikið lán á 900 mió. kr.
Handlikraftin á muni
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Elding Business letur nýggjan handil upp…
Nýggi sáttmálin við arbeiðarafeløgini
Kondibingo á Norð­oyastevnu
10 KÍ leikarar við kvinnu­landslið­num til…
Lýsing