Lýsing
Lýsing
Lýsing

Krokodillutár úr Fíggjarmálaráðnum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.01.2019 - 08:15 Politikkur Tíðindaskriv

Í útvarpstíðindunum sunnukvøldið harmaðist landsstýriskvinnan í fíggjarmálum um fíggjarliga ójavnan millum kommunurnar, og at tænasturnar, sum kommunurnar veita á t.d. eldraøkinum, av somu orsøk ikki eru javnt góðar. Hetta ætlar hon sær at gera okkurt við.

Tað er gott at hoyra, at landsstýriskvinnan ætlar at taka stig kommununum at frama, tí higartil hevur landsstýriskvinnan ikki gjørt annað enn at máa burturav inntøkugrundarlagnum hjá kommununum.

Í oktober 2017 vórðu til dømis broytingar gjørdar í fyritíðarpensjónunum, sum kostaðu kommununum omanfyri 25 mió. kr. í mistum skattainntøkum í 2018.

Væntast kann, at kommunurnar missa í minsta lagi hesa upphædd í 2019. Sostatt hevur kommunali geirin mist omanfyri 50 mió. kr. hesi tvey árini, samstundis sum landskassin í nevnda tíðarskeiði sparir uml. 20 mió. kr. í útreiðslum, orsakað av nevndu broytingum.

Fyri at seta í tølini í eitt størri høpi kann t.d. nevnast, at kommunurnar í Suðuroynni samanlagt høvdu eitt undirskot á 3 mió. kr. av eldraøkinum í 2018. Bara nevndu broytingar hjá landsstýrinum kosta kommununum í Suðuroynni uml. 4 mió. kr. í 2018, t.v.s. 1 mió. kr. meir enn samlaða undirskotið hjá øllum kommununum í Suðuroynni var í 2018.

Í Sandoynni minkaðu samlaðu skattainntøkurnar í 2018 við 1,034 mió. kr. Um landsstýrið ikki hevði gjørt hetta inntriv mótvegis kommunala geiranum, so høvdu skattainntøkurnar í Sandoynni í staðin vaksið við góðum 100.000 kr. í 2018.

Ikki tí, kommunurnar norðanfjørðs skulu eisini djúpt niður í kommunukassarnar fyri at fíggja ágangin hjá landsstýrinum, men tað eru tær kommunur, ið eru ringast fyri, sum eru fyrstar at rópa varskó.

Løgmaður hevur síðani givið lyfti um, at kommunurnar skuldu haldast skaðaleysar, og at kommunurnar samanlagt ikki skulu vera fyri fíggjarligum missi vegna lógaruppskot hjá sitandi samgongu.

Trupulleikin er, at løgmaður hevur givið Fíggjarmálaráðnum uppgávuna at tryggja, at kommunurnar verða hildnar skaðaleysar, men Fíggjarmálaráðið ger einki fyri at loysa uppgávuna. 

Í staðin harmast landstýriskvinnan um ójavnan, sum er millum kommunur, og ymisleikan av vælferðartænastum kring landið, ein ójavna, sum hon sjálv hevur skundað undir og er við til at fasthalda.

At havt aðrar 50 mió. kr. at brúkt til vælferðina hjá ungum eins og gomlum hevði í øllum førum gjørt stóran mun í kommunala geiranum og hjá øllum borgarum landsins.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap