Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

2-3 lokalir leikarar afturat steðga á besta liðnum hjá KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.01.2019 - 21:10 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevur havt sínar fyrstu venjingar í ár, og har kundi ein síggja, at tað vera enn fleiri broytingar í besta hópinum.

Greitt er, at tað fer at leggjast afturat frágongdini, sum telur Páll A. Klettskarð, Hørður H. Askham, Semir Hadzibulic, Predrag Pocuca og Ronni Møller-Iversen. Tað vístu fyrstu venjingarnar.

 


Kristoffur og Jóhan gevst – ivamál við Hjalgrím

Tríggir av leikarunum, sum vóru í besta hópinum í fjør, vóru ikki at síggja til venjingina. Norðlýsið hevur vent sær til teir og í øllum førum tveir vera ikki í besta hópinum í 2019. Bæði Kristoffur Jakobsen og Jóhan W. Høgnesen siga, at teir væntandi fara at spæla á næstbesta liðnum hjá KÍ. Hjá Hjalgrím Elttør er enn eingin avgerð tikin um, hvussu verður við fótbóltinum í 2019. Men tað at hann ongan sáttmála hevur og at hann ikki var til fyrstu venjingingarnar kann tulkast sum, at tað í løtuni helst er størri møguleiki fyri, at hann ikki verður partur av besta hópinum hjá KÍ. Harafturat er Hákun Edmundsson ikki partur av hópinum. Hann hevði sáttmála í 2018, men spældi ongan dyst vegna skaða.

 


9-10 av 24 eru burtur

Hetta merkir, at tað vera 9 ella 10 av teimum 25 leikarunum, sum høvdu sáttmála í 2018, sum ikki vera í besta hópinum í 2019. Teir eru:

Marko Dusak

Predrag Pocuca

Hørður H. Askham

Jóhan W. Høgnesen

Kristoffur Jakobsen

Semir Hadzibulic

Ronni Møller-Iversen

Páll A. Klettskarð

Hákun Edmundsson

(Og møguliga Hjalgrím Elttør)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap