Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bretland hevur brúk fyri okkum

SKRIVAÐ: Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum  |  14.01.2019 - 08:16 Politikkur Tíðindaskriv

Landsstýrið skal brúka møguleikan nú Bretland er gyrt í brøkur av Brexit. Hetta er møguleikin hjá Føroyum, at fáa eina veruliga fríhandilsavtalu og tryggja okkum fiskiveiðumøguleikar í bretskum sjógvi.

Nú Brexit verður avgjørt komandi dagarnar boðar landsstýrismaðurin frá, at hann fer at mæla til at seta galdandi ES-sáttmála í gildi við Bretland. Hetta er als ikki nøktandi, tí sáttmálin við ES er ein forðing fyri víðari menning av okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni.

Løgtingið hevur í 2016 – einmælt – samtykt uppskotið hjá Sambandsflokkinum um, at landsstýrið skal fara í samráðingar við ES um fría atgongd til ES-marknaðin. Tá kann inntjeningin til Føroya økjast, nýggj arbeiðspláss skapast og vælferðin tryggjast.

Vit skulu gera Føroyar ríkari við at útvega føroyskum fyritøkum veruligan fríhandil. Tá fara Føroyar at útflyta matvørur heldur enn rávøru, og tá kann útflutningsvirðið økjast munandi.

Landsstýrið eigur at halda seg til tað, sum Løgtingið hevur avgjørt.

 

Størsta orsøkin til stóra búskaparvøksturin í heiminum og her hjá okkum er samhandil, vitanardeiling og frælsur kapitalur.

Sambandsflokkurin vil altíð arbeiða fyri einum frælsum og nýmótans samfelagi, har borgararnir hava heimsins størsta frælsi í heimsins besta samfelag.

Um avtalan við Bretland er avrit av ES-avtaluni, so verður einki broytt, og føroyskar fyritøkur skulu – akkurát sum nú – gjalda toll fyri at útflyta matvørur á bretska marknaðin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap