Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Tíðindaleiðarin í KVF hevur bara sendara, ongan móttakara!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  20.01.2019 - 18:44 Poddar Mentan Politikkur Tíðindi

Treytin fyri skilagóðum tíðindaflutningi er ikki fyrst og fremst, at tíðindini eru viðgjørd av KVF, men at tíðindafólkini geva sær góðar stundir til at lurta, og nema sær kunnleika um viðurskiftini tey skulu greiða frá.

Um onkur hevur lisið stubbarnar hjá mær í Norðlýsinum, so minnast tey kanska eisini, at eg fleiri ferðir havi sóknast eftir, at tað sum politikarnir bera framm í fjølmiðlunum, serliga skrivaðu fjølmiðlunum, verður viðgjørt meira nágreiniliga, so teir ikki bara sleppa at oysa um seg við luftkastellum og tómum tølum.

Men, tá ið tað er sagt, so eri eg kortini ikki av teirri fatan, at politikarar ikki skulu sleppa at siga júst tað, sum teir/tær hava uppá hjarta, uttan støðugt at blíva órógvaðir av tíðindafólkum.  Sjálvandi skulu teir tað! Men, teir skulu gera tað í einum umhvørvi, har tey vita, at tey kunnu koma at standa til svars fyri hvørjum orði, og ikki sum nú, at tey bara oysa um seg við tølum og lyftum, uttan at nakar loftar teimum.

Í altíð áhugaverdu sendingunum Pressan í viku 2, var eitt orðaskifti millum tíðindaleiðaran í kringvarpinum, og fyrrverðandi blaðstjóran á Norðlýsinum um politisku valsendingarnar í KVF.  Sum royndur flokksfelagsmaður vildi John William Joensen fegin hava, at skikkurin við teimum gomlu valsendinginum bleiv varðveittur, har hvør flokkur fær fría atgongd til mikrofonina í ein tíma í útvarpinum, og so kanska ein hálvan tíma í sjónvarpainum, ella so.

Slíkt vildi tíðindaleiðarin ikki hoyra um – tað tyktist eins og nakrar sikringar brustu í heilanum hjá honum, og  hann segði, at um sjey politiskir flokkar fingu hvør sín ósensureraðan tíma/hálvan tíma í luftini fjórða hvørt ár, so var tað tað sama sum, at senda øll tíðindafólkini í KVF heim!!! Eftir hansara áskoðan er tað heilt týðuligt , at tað er uppgávan hjá tíðindadeildini í KVF at tryggja mentalu heilsuna hjá føroyingum. Síðandi gavst hann at lurta eftir fyrrverðandi blaðstjóranum á Norðlýsinum.

John William Joensen royndi verja fólkaræðið sæð frá sjónarmiðunum hjá flokks/veljarafeløgunum, tí hann veit av royndum hvussu tað gongur fyri seg har, men tað tyktist tíðindaleiðarin ikki at gera.  Hann vísti á sosialu miðlarnar, har hvør sum helst kann koma til orðanna, við hvørjum sum helst, og at ongantíð hevði tað ligið fyri hjá so mongum, at sleppa frammat við sínum áskoðanum ókeypis, sum júst nú.

Tað er satt, sum hann segði, men veit hann ikki eisini, at stóri trupuleikin við sosialu miðlunum er júst tann, at teir syndra heildina – teir senda út í smá ekkokømur av eins hugsandi, og gagna ikki heildini.  Eg haldi at  hann undirmetir KVF, sum nógv tann sterkasta miðilin í Føroyum, sum  kemur í hvørt heim  í oyggjunum, hvønn tann einasta dag, og ikki bara í brotum og til áhugabólkar, sum á FB, Twitter o.s.fr.

Teir báðir tosaðu eisini um public service, og eg fari at geva John William rætt í, at public service er ikki bara tilfær, ið er viðgjørt av starvsfólkum í KVF. Public service er eisini, at fólkið óhindrað kemur til orðanna av og á. Tey, sum skipa fyri eini sending hava altíð eina dagsskrá, og mangan eisini av avmarkaðan serkunnleika, og tí skulu evntuel svarð somuleiðis falla innanfyri karmarnar av settu dagsskrá og vitan.  Verið tað, sum tað er – tað er helst ein av tilverunnar treytum.

Men, eg haldi at eg og John William eru samdir um at spyrja:  Hevði tað veruliga koppa føroyska fólkaræðinum, um teir sjey flokkanir fingu ein tíma óskerdan í útvarpi og sjónvarpi eftir lutakasti í eina viku undan vali fjórða hvørt ár?

Hevði tað forkomið sunnum journalistikki og public service, um hvør av teimum sjey flokkunum slapp óskert frammat ein tíma, eftir lutakasti, í vikuni undan vali fjórða hvørt ár? Fjórða hvørt ár!? Kann tað korrumpera føroyingar, sammett við alt annað teir skulu slúka rátt? Føroyingar eru, hóast alt, ikki kraftidiotar um ein háls!

Aftaná kunnu journalistanir so saksa framløguna í syndur, sum teimum lystir, ella sum teir eru førir fyri.  Men, so hava flokkanir/fólkið fingið loyvi til at tala, og tað hevur kanska eisini nakað við fólkaræði og public service at gera? Hinar 1400 dagarnar millum valini, hava journalistanir jú frítt spæl!

Um onkur hevði sagt, at hugburðurin hjá tíðindaleiðaranum luktaði av arrogantari betri vitan, so kundi eg næstan funnið uppá at tikið undir við teimum!

 

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan