Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er ein avgjørdur løgmaður vit hitta í telefonini í morgun | Mynd: Oliver Joensen

Fer løgmaður at skriva út val í dag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.02.2019 - 11:20 Politikkur Tíðindi

Tað hevur gingið sum rótasúpan seinastu tíðina, at løgmaður fór at skriva út nýval á tingfundinum í dag. Í viðtalu við Norðlýsið svarar Aksel V. Johannesen uppá løgtingsnevndarbýti, um tøka landssýrissesin í mentamálum og um hann fer at skriva út nýval í dag

Tingfundur er í dag kl. 14.30 har framløga og atkvøðugreiðsla um fyrispurning eru á skránni. Søgur eru farnar at ganga at løgmaður fór at nýta høvið at skriva út val á tingfundinum í dag.

Samgongan hevur ymisk trupul mál at dragast við, har nevndarvalið av løgtingsnevndunum kann skapa trupulleikar. Síðani er tað leysi landsstýrissessurin í mentamálum, ið møguliga skapar internar trupulleikar í samgonguni. Framsókn eru týðuliga ónøgd við at hava mist forkvinnusessin í fíggjarnevndini og tað hevur ljóða at mentamálráðharrasessurin hevði verið eitt hóskandi plástur á sárið. Hinvegin er Tjóðveldi nú størsti flokkur í samgonguni og halda at tey eiga sessin.

Og síðani er tað Glasir, sum skjótt kann fara at vísa seg at gerast ein trupulleiki fyri løgmann. Tey sum hava úttala seg í málinum eru rokin - Henrik Old, samferðslumálaráðharri luktaði luntin og slapp sær úr ráðnum áðrenn eldur kom í, Ewald Kjølbro, fyrrverandi stjóri á Landsverki hevur fingið sekkin og Rigmor Dam legði frá sær, tá beløbi av eykarokningunum í aðru rundu gjørdist ov nógv fyri hana. Eftir sita nú fýra fólk, ið úttala seg. Kringvarpið hevur dokumenterað hvussu Aðalstjórarnir í mentamálum og samferðslumálum hava samskift um ábyrgdina í teldupostum, soleiðis at teirra hægru fyrisettu eru komin á banan - aðalstjórin í løgmansskrivstovuni og sjálvur løgmaður. Konfliktin hevur ivaleyst ikki kraft sítt seinasta offur og kann í síðsta enda kroysta løgmann, tí tað er hann sum hevur eftirlit við teimum, sum hava haft eftirlit í byggigøluni Glasir. 

Men løgmaður er púra greiður í telefonini í morgun. Hann fer ikki at skriva út nýval á tingfundinum í dag. Løgmaður upplýsir eisini at ongin støða er tikin til hvør skal í landsstýrissessin í mentamálum og viðvíkjandi nýggjum nevndarvali av løgtingsnevndunum, so er ongin endaliga støða tikin har heldur. 

Tað sum vit arbeiða við í løtuni er at senda fleiri mál út til hoyringar, sigur løgmaður í stuttari viðmerking við Norðlýsið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heyst­fagnaður á Eiði: Matmarknaður í Kru…
Stakkavík inni við 7.000 pundum
Heyst­fagnaður á Eiði: Handilin hjá Óla k…
Hvítanes farin nýggjan túr
Er bilurin klárur til veturin?
Ásla Kjærbæk fekk serliga heilsan frá lø…
Quo Vadis, Domine
Heyst­fagnaður á Eiði í dag
Eli Tausen á Lava útgevur "Book of Lies"
Friður á pallinum: Nú er Lloyd klárur
Strandferðslan er ikki meldað
Veðrið um vikuskiftið
Gekk av tí besta at reka í Syðrulíð
ALS gjaldið lækkar
Útróðurin í dag
Randi: - Tørvurin økist á jólahjálp
Stanley sigur sína søgu
Diamant­brúdleyp - Marianna og Knút
Kári: - Fiski­kappingin gevur væl til Dra…
Volapuck útgeva fyrsta staklagið "Mirage…