Lýsing
Lýsing
Lýsing
Niðanfok søkir eftir sjónleikarum at spæla við í ræðu-stuttfilmi | Mynd: Niðanfok

Leikarakall (Casting Call) til mytiskan ræðustuttfilm

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.01.2026 - 14:17 Mentan Tíðindi

Ert tú millum 18 og 100 ár og hevur hug at spæla sjónleik?

Vit leita eftir
Vit leita eftir 5 sjónleikarum til ein sagnar-íblástan og yvirnatúrligan stuttfilm við 4 persónum. Filmurin er á føroyskum

Royndir
Tær nýtist ikki at hava sjónleikararoyndir. Nærvera og hugurin at gera film er tað týdningarmesta. Vit leita eftir menniskjum – ikki eftir CV’um.

Casting-prosess
Send eina stutta frágreiðing um teg sjálva(n) upp á 1–3 minuttir, har tú sigur eitt sindur um teg, hvørja persón tú kastar til, og hvat tú heldur vera áhugavert við persóninum. Sum útgongdssstøði vilja vit fegin vita, at tú hevur hug at spæla sjónleik. Summi av tykkum fáa eina senu at royna. Allar upptøkur verða strikaðar (slettaðar) eftir castingprosessina.

Persónar
Eiðni (kvinna): Høvuðspersónur – spælialdur: uml. 19 ár.
Eiðni er introvert, ofta upp á troðs og stríðist við eitt loyndarmál. Hon hyggur meira, enn hon tosar og merkir tað yvirnatúrliga. Leikluturin krevur dirvi til at vísa ótta og viðkvæmi.

Miss Matrass (kvinna): spælialdur: uml. 90 ár. Spælialdurin kann tillagast.
Útstráling og nærvera er týdningarmest.
Miss Matrass merkir tað yvirnatúrliga og hevur eini málrættað ørindi og eitt insisterandi úttrykk í eygunum.

Svabo (maður): Spælialdur: uml. 40–55.
Svabo er abbi Eiðni. Hann er praktiskur og umsorganarfullur, men hevur trupult við at røkka inn til Eiðni. Hann merkir ikki tað yvirnatúrliga. Svabo er heitur og nærverandi uttan sentimentalitet.

Sjafførurin (maður): Her krevjast tveir sjónleikarar.
A) ein ung útgáva (spælialdur: uml. 20–30 ár)
B) ein eldri útgáva (spælialdur: uml. 70–100 ár)
Báðar útgávur eru karismatiskar og mugu gjarna vera ymiskar. Sjafførurin hevur myndugleika og er stoiskur og róligur.

Samband
Send video’ið til castingcall@uller.dk í seinasta lagi 31. januar 2026 – gjarna áðrenn. Uppfylgjandi spurningar eru hjartaliga vælkomnir og skulu sendast til: castingcall@uller.dk
Í løtuni er lønin bert symbolsk, men vit arbeiða miðvíst við at fáa stuðul til at geva fulla løn.

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum øllum.

NIÐANFOK

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið