Lýsing
Lýsing
Lýsing

Posta miðsavnar seg um kjarnuvirksemið í Føroyum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.01.2026 - 14:06 Tíðindaskriv

Posta hevur tikið avgerð um at gevast við fraktvirkseminum millum Føroyar og útheimin, og í staðin miðsavnar felagið seg um kjarnuvirksemið í Føroyum.

 

”Okkara fremsta uppgáva er at tryggja, at tað er lætt at senda og móttaka pakkar, vøru og post í Føroyum. Okkara styrki er her, og sum føroyskt felag vilja vit byggja víðari á hetta grundarlagið,” sigur Edvard Remberg, stjóri í Posta.

Fraktvirksemið millum Føroyar og útheimin hevur roynst væl gjøgnum árini. Men lønsemið svíkir: ”Tí hava vit eftirmett virksemið og framtíðarútlitini. Úrslitið er eitt skifti í kósini og vit gevast við sjó- og flogfraktini. Tað gevur okkum ein meira einfaldan og stabilan rakstur,” sigur stjórin.

Viðskiftafólkini fáa tó framvegis somu tænastuna sum áður, tí Pf. Blue Water Shipping yvirtekur økið. Dentur verður lagdur á, at bæði virksemið og tænastan halda óbroytt fram, og Posta koyrir framvegis vøruna til dyrnar. Tey flestu starvsfólkini frá Posta og dótturfelagnum í Danmark, Posta Logistics, fáa møguleikan at halda fram í starvi hjá Blue Water.

Posta fær við broytingini færri og meira miðvís virkisøkir í Føroyum. Tað ber í sær, at Posta ikki longur átekur sær sjálvan flutningin millum Føroyar og útheimin, men hugsavnar seg í staðin um at koyra út í Føroyum í samstarvi við og fyri tær fyritøkurnar, sum ynskja koyring: ”Vit leggja alla okkara orku í at menna pakkavirksemið og kervið í Føroyum, har vit gera størstan mun fyri kundarnar og samfelagið. Okkara kervi er serstakt. Vit síggja møguleikar í at gera tað lættari hjá føroyingum og hjá vinnuni at senda og móttaka, bæði pakkar í Føroyum og post úr útheiminum,” sigur stjórin og leggur afturat: ”Tað er eitt skifti í kósini, og tað er eisini ein nýggj byrjan fyri felagið,” sigur Edvard Remberg, stjóri í Posta.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…
Nú ber til at bíleggja kamar á KG
Posta miðsavnar seg um kjarnuvirksemið í…
Sunnudagin spælir KÍ ársins fyrsta venji…
Hækkaður pensjónsaldur gevur minni enn 0…
Norðsøki inni við 19.000 pundum
Sperrur­nar reistar á Auluni
Karl: - Tað er lív í býnum
Ungur áleypari heldur fram
Fara fjallatúr seinni í ár
Noreg og Svøríki hava sent herfólk til G…
Føroysku U18 genturnar gjørdust nr. 2
Looknorth fer undir at byggja nýtt og se…
Arnbjørn: KÍ skal hava fleiri ungdómslan…
Útróðurin í dag
U18 dreingir­nir endaðu á 3. plássi
Tussj: Vit skulu víðari frá undankapping…
Stórt mannfall í KÍ frá byrjan
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið