Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hækkaður pensjónsaldur gevur minni enn 0,2 prosent av Bruttotjóðarúrtøkuni

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  15.01.2026 - 11:40 Politikkur Tíðindaskriv

Stutt undan jólum svaraði Ruth Vang, landsstýriskvinna, einum fyrispurningin frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni, um ríkisveitingina og bruttotjóðarúrtøkuna. Ikki óvæntað passaði svarið sum fótur í hosu til boðskapin, sum spyrjarin vildi hava fram.

 

 

Og beinanvegin sóust stórar yvirskriftir í fjølmiðlunum um, hvussu fáar krónur eru í eini hálvari milliard. Ja tú fekst varhugan av, at talan var um okkurt slag av smápengum.

 

Tvey tøl úr tveimum ymiskum roknistykkjum

Tað eru serliga tvey ting, sum gera tað lokkandi at samanbera tøl á fíggjarlógini við bruttotjóðarúrtøkuna. Annað er, at talan er um eitt somikið stórt tal, at øll onnur tøl síggja lítil út afturímóti. Hitt er, at stórur partur av fólkinum veit ikki, hvat bruttotjóðarúrtøkan er fyri nakað.

Hetta seinna sóu vit í eini yvirskrift á einum portali, har tað stóð: “Ríkisveitingin svinnandi lítil partur av inntøkuni hjá almennu Føroyum”. Tað var heilt týðiligt, at journalisturin helt, at bruttotjóðarúrtøkan var nakað sum lá í landskassanum. Men tað var eisini soleiðis, at bæði spurningur og svar vóru sett upp.

Ríkisveitingin fer beinleiðis í landskassan, meðan bruttotjóðarúrtøkan er heilt nakað annað. Við at samanbera hesi tølini bet til at fáa eitt úrslit, sum kann vera rættiliga misvísandi.  

 

Sleppa vit frá at rinda skatt?

Vit kunnu samanbera nógv tøl á fíggjarlógini við bruttotjóðarúrtøkuna. Til dømis er skatturin sum vit øll rinda av hvørji einastu løn, bara 7,5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. – So kanska eru vit ikki so langt frá at sleppa undan at rinda skatt, um vit skulu trúgva Erlingi Eidesgaard og Ruth Vang?

Og landsstýrið ætlar at hækka pensjónsaldurin, tí tað skal spara landskassanum 50 mió. krónur, hvørjaferð pensjónsaldurin hækkar við einum ári. Men 50 mió. krónur eru minni enn 0,2 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. – Hvussu kunnu 0,2 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni bjarga haldførinum hjá landskassanum?

Hví ikki bara brúka tølini sum tey eru?

Fakta er, at fíggjarlógin hevur slakar 270 mió. krónur í halli (tað er eftir at landskassin hevur fingið 542 mió. krónum í ríkisveiting, og danski statskassin hevur rindað aðrar útreiðslur fyri umleið somu upphædd). Um ríkisveitingin skal burtur, sær roknistykkið soleiðis út: - 270 milliónir - 542 milliónir = - 812 mió. krónur.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna
Halda knøini til toppdystin sunnudagin?
Nei til muslimskan depil í Føroyum
Vármarknaður á Fossánesi
Føroyar – eitt paradís fyri ung og barna…
Beinrakin Búskapur
Tey sum bera umsorgan­ina í Føroyum
Trygd og Trivnaður
Flokkar­nir á fundi við MEGD
Enn ein áminning. NÚ ræður um at vakna –…
MEST: Avlop á 28,8 milliónir krónur afta…
Daniel Johansen: - Eg føli meg orduliga…
Eirikur: - Eg vóni vit fáa sjey tingfólk…
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Byrgingar eru eisini samferðsla!
Kvinnur­nar spæla VFF Cup finalu í kvøld
Útisiglarar vaksa ikki í havinum
Valfundur á TSK, við umboðum frá politis…