Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um Jógvan á Høvdanum, yngra

SKRIVAÐ: Maria Christensen  |  13.02.2019 - 12:59 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Góði Jógvan

Hetta má sigast at verða totalt úti, at eg siti og skrivi eitt minningarorð um teg mín góði lítli Jógvan, mítt systkinabarn, mín vinur, mín lítli beiggi.

Tað var skelkandi og óskiljandi at fáa eina uppringing frá mammu tínari, at tú vart farin.
Bert 36 tímar áðrenn boðini, sótu vit heima hjá okkum, áðrenn tú fórt avstað aftur til London.
Vit tosaðu, skemtaðu og løgdu ætlanir um títt komandi sixpack.
Sum tú sjálvur nevndi í útvarpssendingini hjá Jákup Magnussen, so var kosturin ikki tann mest sunni í London, og ofta var lættasta loysnin at keypa sær onkran “fast food” ella okkurt til mikroovnin.
Men nú skuldi tað verða, tú ætlaði tær í gongd, eta sunnari og í gongd við at venja saman við vinmonnunum í London, og í summar, tá tú hevði ætlan um at koma heim aftur, skuldi tað verða við sixpack.

Tú vart so spentur at koma yvir aftur til London, í London vart tú komin at kenna teg “heima”.
Tú hevði eina fína íbúð, fingið vinfólk og tað gekk tær væl í skúlanum. Tað gekk ikki bara væl, tað gekk super, tú vart ein tann besti næmingurin, ið hevur gingið á skúlanum. Ikki nokk við tað, so vart tú so væl dámdur av næmingum og lærarum, og mangan bóðu næmingarnir hjálp frá “Joe” (enska umsetingin av Jógvan), sum frá lærarunum, tí tú dugdi títt kramm.

At tekna hevur altíð ligið tær lætt, heilt frá heilt lítlum smádreingi sat tú og teknaði, og her eru fyrstu minnini hjá mær frá. Vit plagdu at sita uppi hjá Oluffu ommu á Vágsheygnum og tekna dag út og dag inn, og longu tá sóu vit, at tú hevði heilt ótrúligar gávur at tekna og verða kreativur.

Tað at vit bæði vóru so javngomul, gjørdi at vit mangan spældu saman, og sum árini gingu og vit blivu eldri, bleiv okkara vinarlag sterkari og tættari. Tú vart sum ein lítil beiggi og vit bæði kundu tosa um alt. Vit sóðust ikki so ofta sum vit altíð tosaðu um at vit ynsktu, men ofta ringdu vit saman og “tjattaðu” á facebook. Tú hevði altíð so nógv hugskot og tók meg gjarna uppá ráð. Summi hugskot vóru minni borðbar enn onnur, men tú tordi altíð at blaka teg út í okkurt nýtt.
Hóast tú ert farin alt alt ov tíðliga frá okkum, so gleðist eg um, at tú endaði á toppinum, at tú endiliga tók teg saman og fylgdi tínum barndómsdreymi, nemliga at tekna.

 

Eitt annað ella ein annar sum hevði stóran týdning fyri teg var Eyðfinn. Alt var Eyðfinn og tú vart so góður og stoltur av honum. Og hjá Eyðfinn var tú hetjan og fyrimyndin, og Jógvan góði, vit skula gera alt fyri at halda minnini um teg á lívi, og fortelja honum um allar tær stuttligu og festligu løturnar vit hava haft saman.

Tú vart ein, ið hugsaði um øll rundanum um teg. Familjan stóð tær nær, og eg vóni at eg fekk takka tær fyri allar telefonsamrøðurnar og troystandi orðini meðan mamma lá á Ríkissjúkrahúsinum, og takk fyri allar tær vitjanarnar tú vart forbí hjá mammu á Landssjúkrahúsinum í jólafrítíðini.
Tú komst við smákøkum og bommum úr Onglandi, tú pyntaði henni vindeyguni á stovuni við jólaprýði, tú fortaldi henni skemtisøgur og á seinastu vitjanina sang tú “Gleðilig jól” fyri henni.

Tú rúmaði nógvum fólkum Jógvan, ungum sum gomlum, sterkum sum veikum, og sjálvt á teknisíðini valdi tú at tekna havhestin, tann minni vakra fuglin framum tjaldri og lundan.
Tú helt fyri, at havhesturin eisini hevði brúk fyri einum kjansi.

 

Ongin sorg uttan at hava elskað, og eg haldi at løtan í Christianskirkjuni vísti hvussu nógv fólk hava elskað teg. Ein stúgvandi full kirkja fylgdi tær til tín seinasta hvíldarstað. Ein so rørandi men vøkur jarðarferð har orðini frá Marjun í kapellinum og Hanus presti í kirkjuni vóru so troystarrík.
Tónarnir frá Kim Hansen, “I did it my way”, var sum skrivaður til tín, og fer hendan løtan í kirkjuni at verða fest í minnið:

I've loved, I've laughed and cried
I've had my fill, my share of losing
And now, as tears subside, I find it all so amusing
To think I did all that
And may I say, not in a shy way
Oh, no, oh, no, not me, I did it my way

 

Takk fyri eg slapp at fylgja tær til tín seinasta hvíldarstað, takk fyri tíðina og minnini - goymd og aldrin gloymd.


Góði Eyðfinn, Leila, Annbjørg, gumma, gubbi, Petur Hans, Sigrid, Oluffa og Símun við familju, má Harrin verða hjá okkum øllum, ið hava mist lítla Jógvan og geva okkum styrki í hesi sváru tíð.

 

Himmalin er vorðin eina stjørnu ríkari.
Hvíl í friði,
Maria

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap