Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ hevur nógv at arbeiða við í løtuni

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.02.2019 - 23:46 Ítrottur Tíðindi

Dagsins dystur móti AB vísti, at KÍ hevur nógv at arbeiða við í løtuni, um ætlanin er at stríðast í toppstríðnum í ár.

AB og KÍ spældu á Tórsvølli, har AB vann 4-3. Tað kundi verið størri sigur, tí AB hevði stórar møguleikar at skora fleiri mál, tí AB brendi brotsspark, og einaferð bjargaði AB leikari skotið frá viðleikara, sum hevði kós móti málinum. 

 

AB tykist hava tikið stór framstig síðani kappingarárið í fjør og við sera ágangandi spæli og leikarum, sum tykjast vera sera væl fyri, so var tað AB, sum í stóran mun stýrdi dystinum og vann uppiborið. Hjá KÍ vísir álopsleikarin Patrik Johannesen gott máltev í venjingardystinum og hann skoraði tvey av dagsins KÍ málum. Hitt málið skoraði Darius Lewis. KÍ kann fegnast um, at enn eru tríggjar vikur til kappingarbyrjan, tí útfrá dagsins dysti er nógv eftir at fáa uppá pláss, um KÍ skal kappast í toppinum í ár. 

KÍ: Meinhardt P. Joensen - Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Børge Petersen, Ísak Simonsen - Darius Lewis, Takuya Matsunaga, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak - Torbjørn Grytten, Patrik Johannesen. Í seinna hálvleiki gjørdi KÍ nógvar útskiftingar, har nærum bara 1.deildarleikarar komu á vøllin vegna nógvar skaðar kring Betri hópin. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini