Lýsing
Lýsing
Lýsing

Michelin stjørnur lutaðar: Fær KOKS eina aftrat?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2019 - 11:44 Kykmynd Mentan Tíðindi

Norðlýsið er í Århus í kvøld, tá greitt verður hvørjar matstovur í Norðurlondum fáa Michelin stjørnu í 2019. Vit hava spurt Gutta Winther um útlitini fyri stjørnum til føroysku matstovurnar.

Samrøða við Gutta Winther upptikin í morgun 

Talan var um satt bragd tá KOKS í 2017, sum hin fyrsta og einasta føroyskan matsovan nakrantíð varð nevnd í sonevndu Michelin-guide og fekk eina stjørnu. 

Heiðurin hevur veruliga sett føroyska matstovuvinnu á breddan og mong eru, ið velja Føroyar sum ferðaland, júst fyri at vitja matstovuna, sum nú heldur til Frammi við Gjónna.


Væntar at KOKS varðveitir stjørnuna

Norðlýsið hevur í sambandi við handanina í kvøld spurt Gutta Winther, sum flest øll kenna frá sjónvarpsrøðini Spískamarið, um møguleikarnar fyri stjørnum til føroysku matstovurnar í kvøld.

Gutti Winther væntar, at KOKS hevur góðan kjans at varðveita sterku støðuna innan matstovur í Norðurlondum og at matstovan aftur í kvøld verður heiðrað við einari Michelin-stjørnu.

Spennandi verður eisini at síggja um frálíka matstovan Søllerød Kro hjá Jan Restorff megnar at vinna seg uppá tvær stjørnur í kvøld, sigur Gutti.

Í Danmark er serligur áhugi fyri um NOMA loksins fer at fáa tríggjar stjørnur frá Michelin, nú matstovan er latin upp aftur í nýggjum hølum á Christiania, sum Glasir-arkitekurin Bjarke Ingels hevur sniðgivið. 

Tað hevur undrað nógvan matkennara, at NOMA, ið fýra ferðir er kosin heimsins besta matstova ongantíð hevur megnað at fingið allar tríggjar stjørnurnar.  

 

Uttanfyri høvuðstaðin fyri fyrstu ferð

Gutti vísir eisini á, at handanin í kvøld er hin fyrsta, sum verður hildin uttanfyri eina av norðurlendsku høvuðsstøðunum. Århus hevur seinnu árini ment seg, sum eina kulinariska perlu við fleiri framúr góðum matstovum og hevur víst í verki at útjaðarin eisini kann vera við.

Í morgin setir Norðlýsið spurningin um Klaksvík sum fiskivinnuhøvuðsstaður í Føroyum ikki eigur at vera við í kappingini um at hava eina av bestu matstovunum í Norðurlondum.

Fleiri tíðindi verða frá handanini av Michelin stjørnum á Norðlýsið seinni í dag. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX