Lýsing
Lýsing
Lýsing

Legendskvøld í Spaniastovu

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  22.02.2019 - 10:15 Mentan Tíðindi

Hóast hon hevur búð meginpartin av sínum lívið heima á Sandi, er hon fødd og uppvaksin í Skopun. Talan er um kendu songkvinnuna Fríðbjørg Jensen.

Mikukvøldið 27.februar fer hon at sita í stólinum í Spaniastovu og tosa við Rudolf. Aftaná fer hon at syngja saman við Rana Nolsøe Band.

Sum smágenta byrjaði  hon at syngja í kjallarinum í barnaheiminum í Skopun. Sitandi á eini reiggju, sang hon Vandringsmænd, Hvide måge og aðrar sum hoyrdust í lurtinum. Áhoyrarar vóru ein kúgv og nakrar hønur.

Sum 12 ára gomul fekk hon ein gittara og lærdi hon trý greb í sunnudags skúlanum.

Seinri byrjaði hon bólkin Snowflakes saman við tveimum vinkonum, sum gjørdust landskendar við eini singulplátu. Tær vóru  eisini í Klaksvík og sungu til dans saman við Swallows.

Í 1978 kom hon til trúgv, og gjørdist tað nú andaligir sangir, sum hon sang og innspældi. Hon hevur givið 6 bond og fløgur út. Tann eina, Barnabønin, bleiv seld í 4000 eintøkum.

Hetta og mangt annað fer Fríbjørg at greiða frá saman við Rudolfi mikukvøldið í komandi viku. Eisini fer hon at framføra fleiri av sínum sangum saman við Rana Nolsøe Band.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap