Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á Fiskivinnutinginum fyri bert eini viku síðani segði formaðurin í Tjóðveldi, at menningarkvoturnar vóru komnar fyri at vera og fóru at vera meira økisrættaðar enn áður. | Mynd: Dávur Winther

80 tons av menningarkvotu til hvønn arbeiðsleysan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.02.2019 - 14:39 Leiðarin Politikkur Vinna

Eitt av endamálunum við menningarkvotum er at mótvirka arbeiðsloysi. Men hyggja vit eftir tølunum frá ALS, so er onki veruligt arbeiðsloysi í Føroyum. Hagstovan legði í dag, dagin fyri at umsóknirnar til menningarkvotur skulu vera inni, tølini fyri 2018 fram, og tey tala sítt týðiliga mál. Bara 1,2% av føroyingunum vóru arbeiðsleysir um árskiftið. Síðani tá eru 111 færri arbeiðsleys, og nú eru vit væl undir einum einstøkum prosenti.

Í alt eru 244 arbeiðsleysir føroyingar nú, eftir at talið var 354 um ársskiftið. Eitt prosent arbeiðsloysi er í veruleikanum onki arbeiðsloysi. Tað er har, talið liggur, tá fólk skifta starv og bíða eftir at fáa eitt nýtt (friktiónsarbeiðsloysi). Tað er langt undir øll pínumørk, og man kann byrja at kjakast um, um tað í heila tikið er sunt, at tað liggur so lágt, tí arbeiðsgevarar hava ov fá fólk at velja ímillum.

 

Stórt overkill fyri at loysa ein ikki-trupulleika

Hóast hetta hevur Fiskimálaráðið umbiðið umsóknir um menningarkvotur aftur í ár. Tilsamans 11.711 tons av svartkjafti, 3.159 tons av makreli og 4.695 tons av norðhavssild verða latin sum kvota. Hetta eru tilsamans 19.565 tons av fiski, og býtt við talið av arbeiðsleysum merkir hetta, at man vil brúka 80,5 tons av menningarkvotu fyri hvønn arbeiðsleysan.

Í dag eru nærum ongi arbeiðsleys í Vágum, Norðstreymoy og Suðuroy, ið fingu menningarkvotur tá. Tølini eru ávikavist 12, 17 og 39 arbeiðsleys í teimum trimum økjunum – allastaðni væl undir 1% av íbúgvunum. Í Sandoynni, sum eisini fekk kvotu, men misti hana aftur, eru einans 3 fólk arbeiðsleys. Meira enn helmingurin av teimum arbeiðsleysu eru í Suðurstreymoy, men eisini har er tað væl undir eitt prosent. 

 

Kelda: www.als.fo

 

Óneyðugur sosialpolitikkur

Sostatt skjýtur Fiskimálaráðið av álvara spurvar við kanónum, tá tað ætlar at brúka ein góðan 1/12 av landsins fiskatilfeingi uppá at føra púra óneyðugan sosialpolitikk – nevniliga at forkoma heimsins helst lægsta arbeiðsloysi. Var tað veruliga hetta, man ætlaði við menningarkvotum?

Skulu vit í fullum álvara brúka 8,5% av tilfeinginum uppá minni enn 1% arbeiðsloysi?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Svanberg hevur fingið nýtt venjarastarv
Fyrilestrar við unga ísraelska rithøvund…
Biðja norsku stjórnina um at endurskoða…
Hanus Hansen og Regin Jacobsen til audie…
Country dansur í Dansifrøi
Jóla­trøini
Hægri loft á endurgjald fyri mista arbei…
Jóla­konsert við Bjöllubandanum
11 føroyingar í donskum kommunalvali 
Vunnu á Luksemburg
Lívið, dýra undur
Rivjakvøld í Gamla Seglhúsi­num leygarda…
Russara­sáttmálin og kenslulig impulsstýr…
Skuldu Føroyar ikki hugsa – og stýra – s…
Veðrið í vikuni
Krafta sær stórt potentiali fyri vøkstri
Føroyar flúgvandi byrjan
Seyða­hundakapping í Sandavági
Country-gospel-kafé-konsert í Varpinum
Gunvør Reyðberg gevur út altjóða ítrivsb…