Lýsing
Lýsing

Alivinnan og fiskivinnan skulu hava javnbjóðis treytir

SKRIVAÐ: Birgir Nielsen, búskaðarfrøðingur  |  05.03.2019 - 18:56 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Vingluta vinnupolitiska linjan hjá sitandi vinstrahallu samgongu hevur eina køvandi ávirkan á serstakliga fiskivinnuna, ið ikki hevur somu treytir at virka undir sum t.d. alivinnan.

Høvuðsvakstrarkeldurnar til stóra búskaparvøksturin í Føroyum seinnu árini er serliga stóri útflutnigsvøksturin hjá alivinnini og pelagisku vinnuni, sum við sínum vøkstri hava skapt mong arbeiðspláss, umframt at hesar vinnugreinar hava havt við sær avleitt virksemi í samfelagnum.

Alivinnan hevur gjørt ovurhondsstórar íløgur í nýggja tøkni og útgerð, sum hevur tryggja, at vit eru heimsmeistarar í aling. Pelagiska vinnan hevur á sama hátt gjørt metstórar íløgur í nýggj framleiðsluvirkir, sum í dag kunnu virka fyrsta flokks pelagiskar vørur og góðskaðar úrdráttir til altjóða marknaðin. Hesar stóru íløgur vóru ikki møguligar, um hesar vinnur ikki høvdu stór avlop, sum kundu eginfíggja stóran part nýggjum íløgum.

 

Køvandi fiskivinnupolitikkur

Hesar vinnugreinar eru talandi dømi um, at samgongan ikki hevur dugað at handfarið fiskivinnuna á sama hátt. Ein køvandi fiskivinnupolitikkur er orsøkin til, at vit ikki á sama hátt - sum alivinnuni og pelagisku framleiðsluvinnuni  - hava sæð tilsvarandi nýíløgur í nýggj og framkomin fiskiskip, sum eitt nú okkara grannalond gera í dag. Nýggj skip, sum kundu betra góðskuna, betra um effektivitetin og ikki minst minkað munandi um CO2 útlátið sammett við okkara gomlu meira dálkandi fiskiskip.

Svarið er einfalt. Stórur ótryggleiki valdar í fiskivinnuni í dag, har sitandi samgonga, hóast óteljandi ávaringar frá øllum pørtum, heldur fast um ein stirvnan og køvandi fiskivinnupolitikk. Vinstrahalla samgongan hevur broytt grundleggjandi fyritreytirnar í sjálvari fiskivinnulóggávuni so nógv, at hetta hevur skatt framtíðar álitið hjá fiskivinnuni á sjálvan politiska mynduleikan. Úrslitið er tíverri, at fiskivinnan í dag als ikki veit, hvat hon hevur í væntu, um hendan samgongan sleppur at halda á fram eftir komandi val. Koma fleiri gjøld, fleiri uppboðssølur, afturlatnar ella opnar, fleiri ella øktar menningarkvotur, fleiri forðingar. Soleiðis kann fiskivinnan standandi spyrjandi út í tóman heim, har einki skilagott svar finst frá vinstrahalla myndugleikanum á økinum.

Tað er eitt vælkent altjóða fyribrygdi, at ein tann størsta hóttanin innan vinnubúskap er politiskur váði, ella ótryggleiki við politisku skipanina. Tað er júst hetta, alt Føroya fólk hevur verið vitni til við verandi samgongu.  Hetta er uttan iva eisini beinleiðis orsøkin til, at føroyska fiskivinnan ikki torir at gera íløgur i nýggj fiskifør á sama hátt, sum okkara framskygdu grannar gera í dag.

 

Fiskivinnan og alivinnan javnsetast

Um okkara fiskivinna aftur skal fáa álit á politisku skipanina, so er alneyðugt, at fiskivinnulóggávan og alilóggávan verða harmoniseraðar, so at treytirnar verða tær somu í báðum vinnugeirum. Uppboðssølan skal takast av, fiskidagarnir skulu halda fram, og fiskirættindini skulu eins óg í alivinnuni ásett fyri 12 ár í senn.

Harnnæst eigur eitt ávíst veiðugjald at ásetast svarandi til tøkugjaldið í alivinnuni. Bæði fiskivinnan og alivinnan ynskja at rinda gjøld til landskassan, men tað skal tó vera við skili. Bæði alivinnan og fiskivinnan megna í longdini at rinda meiri til landskassan við góðum fiskaprísum og góðum avlopum, hinvegin skulu gjøldini til landskassan verða lækkandi við lækkandi fiskaprísum og harav verri úrslitum. Við hesum hugsunarhátti koma bæði fiskivinnan og alivinnan aftur í heimselituna. Fiskivinnan hevði aftur kent seg trygga at gjørt langtíðar nýíløgur í nýtímans fiskiskip, sum eru ein fortreyt fyri framburði í fiskivinnuni.


Fólkaflokkurin borgar fyri, at vinnan aftur fær álit á politisku skipanina, soleiðis at virðingin fyri okkara høvuðsvinnu og føroyska sjófólkinum kann endurskapast. Soleiðis fáa vit aftur stór virðir til føroyska samfelagið - ølllum føroyingum og vinnuni at frama.

Birgir Nielsen, búskaparfrøðingur
Valevni Fólkafloksins



Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…
Sigoynarin
Rólant og Martin nógv at gera
KÍ kvinnur­nar nærkast FM-heitinum
Jørðin kallar Framsókn
FM: Maria vann 5 gull og Einar 2 gull
Beinleiðisfrísparki og føroyska fótbólts…
Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú…
Trump
Firmport ósakliga viðgjørt í kanning a…
Ikki við valdi og ikki við kraft, men vi…
Betri tíð til barnið
Eg flenni í andglettinum
Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá!
Politiskt hugnakvøld í Jaqson fríggjakvø…
Skert KÍ-lið á Eiði sunnudagin