Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fýra føroysk á Summar Festival

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  06.03.2019 - 15:10 Mentan Tíðindaskriv

Summar Festivalurin kunnger fyrstu fýra føroysku bólkarnar til ársins festival. Summar Festivalurin 2019 fer at bjóða Marius Ziska, Blátt Gras, Grandma’s Basement og Magna Christiansen.

Marius Ziska telist millum teir dugnaligastu sangskrivararnar í landinum, og hann hevur skrivað framúr góðar sangir – bæði á føroysku máli og enskum máli. Við einum sterkum bólki afturat sær hevur Marius Ziska veruligt flog og innihald í sínum framførslum, og hann kann rúnarbinda áhoyrararnar.

Blátt Gras er framúr countrybólkur, sum bæði spælir blue grass, americana og meira traditionellan countrytónleik. Teir spæla sum ein væl smurd maskina og syngja sera sannførandi fleirraddað. Blátt Gras hevur givið tvær útgávur út – tann seinna, »Framvegis«, kom í fjørheyst. Blátt Gras hevur áður vunnið FMA heiðursløn fyri sangin »There is Room at the Table«.

Magni Christiansen er virkin og fjølbroyttur sangari. Hann kann syngja country og gospel sum fáur, hann hevur góða rødd til lættan popp og rock, og so dugir hann sera væl at framføra á palli. Nú kemur Magni til Klaksvíkar at framføra á landsins størsta tónleikatiltaki.

Kúllarnir í Grandma’s Basement eru til reiðar til enn eina framførslu á Summar Festivalinum. Teir hava verið fastir fúsir á skránni, men í fjør hildu teir frí. Í ár koma teir sterkt aftur og vera fyri fyrstu ferð at uppliva at stóra palli á Vágsbøi. Tað verður ein heilt serlig og serliga festlig løta.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ
Etika í Biskupstorg
Nýggjur áleypari til venjing
KÍ missir helst fýra leikarar
Anfinn Í Toft á støð
Morgunmatarborðið veit
Hví eitur býurin Oslo?
Nes kommuna hevur latið inn ferðavinnuæt…