Lýsing
Lýsing
Lýsing

Chris Norman á Summar Festival

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.03.2019 - 11:06 Mentan Tíðindaskriv

Smokie-sangarin kemur nú fyri fyrstu ferð til Føroya at syngja

Nú kemur Chris Norman, sum var sangari í Smokie í stórtíðini hjá bólkinum, til Føroya at framføra fyri fyrstu ferð. Chris Norman og hansara bólkur spæla á Summar Festivalinum í august.

Chris Norman eigur eyðkendu røddina á mongu hittunum hjá Smokie í sjeyti árunum – eitt nú »Living Next Door to Alice«, »Mexican Girl«, »Needles and Pins« og »Lay Back In the Arms of Someone«. Chris Norman var eisini við at skriva nógvar sangir hjá Smokie.

Tíðliga í áttati árunum fór Chris Norman at framføra sum solistur, og hann gavst nakað eftir sum sangari í Smokie. Chris Norman hevur síðani útgivið meira enn 20 soloútgávur. Fyrsta hittið sum solistur var »Midnight Lady«, og hann var eisini ovast á hitlistunum við sanginum »Stumblin’ In«, sum hann sang saman við Suzi Quatro.

Chris Norman er kendur sum dugnaligur sangari, og hann er framvegis í sera góðum formi. Nú fáa føroyingar fyri fyrstu ferð høvi at uppliva hann á palli í Føroyum.


Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august. Higartil hevur Summar Festivalurin kunngjørt bólkar sum Rasmus Seebach, Marius Ziska, Elona Planman, Blátt Gras og aðrar. Í næstum verða fleiri bólkar kunngjørdir.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…