Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroysk grundbók til sálarfrøði

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  22.03.2019 - 10:56 Mentan Tíðindaskriv

Nám gevur í hesum døgum bók út eftir Hera Kragesten, sála. Bókin, Sálarfrøði, ið serliga er ætlað almenninginum og lesandi á setrinum, lýsir grundleggjandi leiðir og ástøði á sálarfrøðiliga vísindaøkinum.

Heri Kragesteen (1950-2018) var sálarfrøðingur við drúgvum undirvísingarroyndum bæði á miðnámsstigi, Læraraskúla, Fróðskaparsetri og í sambandi við eftirútbúgving av lærarum og námsfrøðingum. Bókin, sum nú kemur út, hevur verið leingi ávegis, og tíverri vóru seinastu snøklarnir við rættlestri og umbróting ikki komin upp á pláss, áðrenn rithøvundurin andaðist í fjør.

Nú er tilfarið tó klárt bæði sum pappírsbók og samvirkin bók á netinum.

Sálarfrøði snýr seg um, hvussu vit mennast sum menniskju, hvussu vit bæði stýra og eru stýrd, og hvussu vit verða ávirkað av teim umstøðunum, vit liva í, og teimum fólkum, vit eru saman við.

Bókin er skipað í átta tættir: 1) Sálarfrøði, almennur partur 2) Menningarsálarfrøði 3) Ungdómur 4) Ymiskleikasálarfrøði 5) Eitt felagssálarfrøðiligt sjónarhorn 6) Kognitión og nervalagssálarfrøði 7) Læra og lærustøður 8) Persónsmenning.

Talan er um bæði eina søguliga gjøgnumgongd og eina allýsing av sálarfrøði sum vísindagrein. Nomið verður við sálarfrøðilig ástøði og sálarfrøðiligar kanningar. Ymisk vísindalig sjónarhorn verða lýst. Og hugt verður t.d. at psykoanalýsu, behaviorismu og humanistiska rákinum.

Bókin er 297 síður long. Pappírsbókin fæst til keyps í bókasølunum kring landi fyri 248,- krónur, og samvirkna bókin er tøk her: https://salarfrodi.systime.dk/. Eitt árshald til sBókina kostar 98,- krónur, og eitt fýra ára hald kostar 148 krónur.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap