Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vardir bústaðir - tað gongur ikki fyri seið!

SKRIVAÐ: Magnus Rasmussen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin  |  24.03.2019 - 12:19 Politikkur Tíðindaskriv

Stórar ætlanir

Til jóla í 2017 legði landsstýriskvinnan í almannamálum tríggjar verklagslógir fyri Løgtingið. Lógirnar vóru hesar:

·         Uppskot til løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn

·         Uppskot til løgtingslóg um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu

·         Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn

 

Stórar ætlanir hjá landsstýriskvinnuni, og fingu lógaruppskotini  samanumtikið góða undirtøku í Løgtinginum. Nú skuldi ferð setast á átrokandi og neyðugar byggiverkætlanir.

 

Stígur kemur í

So gongur tíðin, men lítið sæst til, at ferð kemur á verkætlanirnar. Tingfólk og onnur hava spurt eftir hesum ætlanum, og um hvat hendir, men ásannast má, at enn er einki ítøkiligt at síggja til verkætlanirnar. 

Men nú er  yvirskrift at síggja á in.fo, sum ber heiti: Fara undir at gera heim til børn og ung við autismu.

Frálíkt, nú verður endiliga farið í gongd við at byggja hetta heim. Men nei!

Ikki verður farið í gongd við at byggja, sjálvt um byggiskráin hevur verið klár síðani mars 2018. Nei, nústaðni verður farið undir víðari projektering, og sambært tíðarætlanini byrjar sjálv byggingin ikki fyrr enn í apríl 2020. Tað er tað, sum stendur á in.fo.

 

Tað dregur út

Tað er tó ótrúligt, at so seint gongur. Samgongan flaggaði við hesum málum til jóla í 2017, men einki er bygt enn. Nú kunnar landsstýriskvinnan um at byrjað verður ikki at byggja fyrr enn í apríl 2020. Altso um eitt gott ár.

At ríða sama dag, sum saðlað verður – tað hevur verið hildið at vera ein dygd, men í hesum málum verður, ið hvussu so er, ikki riðið sama dag, sum saðlað verður.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap