Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miebeth Jacobsen 100 ár  

SKRIVAÐ: Katrin Næs  |  27.03.2019 - 10:33 Lesarabrøv Merkisdagar & Kunngerðir

Mánadagin 1. apríl verður Miebeth Jacobsen 100 ár. Miebeth er fødd í 1919 og uppvaksin á Kirkju í Fugloy sum elst av seks systkjum. Systkini eru Jóhanna Sofía - Hannifía - f. 1923, búsett í Havn. Ola f. 1925, var verandi á Kirkju. Bina, f. 1927, búsett í Klaksvík. Anna, f. 1930, búsett í Havn. Og Ninna, f. 1934, eisini búsett í Havn. Av systkjunum er umframt Miebeth bert Anna á lívi.

Miebeth tænti á yngri árum inni í Sundi, Hvannasundi, í Havn, var stovugenta og hjálpti til í køkinum m.a. á Sankt Lucas Stiftelsen í Hellerup. Hon helt hús hjá Tórgarð, arkitektinum, í Havn, áðrenn hon fór útaftur til Fugloyar at vera. Har var nógv at takast við í húsinum, og foreldrini fóru at eldast. Og sigast má, at væl hevur ligið fyri hjá henni at gera burtur úr øllum tí, sum fekst av oynni, veri tað seg fuglur, fiskur, seyður, mjólkin o.s.fr. Eisini annað handaligt arbeiði - at binda bæði við hond og maskin, at veva, brodera, hekkla o.a.m.

Nógv fólk hava sitið væl inni hjá Miebeth og Ola.

Hetta 100-ára skeiðið, síðan Miebeth var fødd, er ein heilt ótrúlig broyting og menning farin fram í okkara samfelag. Fugloyggin, tann eystasta oyggin, hevur rímiligt verið rættiliga fjarskotin. Regluligt samband við hinar oyggjarnar kom ikki fyrr enn í 1914. Tá fór postbátur at sigla regluliga við posti - eina ferð um vikuna hugsi eg. Framvegis er sjóvegis sambandið álitið - nú saman við tyrluni - men nú tríggjar ferðir um dagin. Telefonsamband var alla ta fyrstu longu tíðina radiosamband, tað var ikki fyrr enn eftir miðjuna av 60-árunum, at rættiligt telefonsamband kom. Og tá SEV kom í 1968 merkti tað av álvara stórbroyting fyri húsarhaldini.

Samstundis mugu vit ásanna, at stórar broytingar eru eisini hendar við búsetingarmynstrinum. Tá Miebeth var stór genta, var fólkatalið á Kirkju uppi á einum 200, og lutfalsliga nógv ungfólk vóru í bygdini. Eftir 2. heimsbardaga byrjaði fráflytingin, elvd av broytingum í vinnuni serliga.

Tá ið Miebeth var ein stór genta fingu fólk á Kirkju í lag at endurreisa kirkjuna á Kirkju. Bert eitt ár seinni - 100 ára dagin fyri  at kirkjan var niðurtikin, sum tey vóru sera hørm um - var Kirkjan vígd. Tað var ein stórur dagur fyri fólk á Kirkju. Kirkjan á Kirkju er Miebeth sera kær, og hevur hon dugnað henni á ymsan hátt gjøgnum tíðirnar.

Hesi seinastu árini hevur Miebeth búð á Sambýlinum á Heygnum, og hon hevur búð har, síðan heimið lat upp í 2003.

Eg og míni ynskja henni hjartaliga til lukku við teimum 100 árunum.

Dagurin verður hildin í Smæruni frá kl. 16 til 20, har høvi verður at heilsa upp á Miebeth.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Telving um jólini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara
Norðsøki aftur av roktúri
Tøkk - Elin Sofiía Thomsen
Arbeiðsmarknaðu­rin við eitt vegamót?
Vígsla  –  Evy og Jens
Er útboð besta valið?
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025