Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rasmus Bjerg og Frændur spæla í Havn

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.03.2019 - 10:44 Tíðindaskriv

Rasmus Bjerg syngur John Mogensen hitt, og Frændur spæla sínar landaplágur. Tiltakið verður í Høllini á Hálsi leygarkvøldið 18.mai.

Nú kemur Rasmus Bjerg við bólki sínum til Føroya at framføra teir bestu sangirnar hjá legenduni John Mogensen – »Så længe jeg lever«, »Der er noget galt i Danmark«, »To mennesker på en strand«, »Fut i fejemøget« og aðrar.

Rasmus Bjerg spældi John Mogensen í sera væl umtókta filminum »Så længe jeg lever«, og síðani hevur Rasmus Bjerg framført sum John Mogensen á festivalum og konsertum – og ummælini hava verið framúr góð.

Fólkakæri John Mogensen var hittsangari av teimum heilt stóru. Hann útgav bestseljandi plátur, og sangirnir liva væl, nú 40 ár eftir at John Mogensen doyði alt ov ungur í 1977. Føroyingar hava eisini lurtað nógv eftir tónleikinum hjá John Mogensen, og fleiri sangir eru týddir til føroyskt og útgivnir her.

 

 

Helst best umtókti føroyski tónleikabólkurin nakrantíð, Frændur, fer eisini á pallin hetta kvøldið. Frændur góvu fyrstu plátuna út í 1984, og síðani hevur Frændur verið ein risi í føroyskum tónleiki – bæði við útgávum, sangum og framførslum.

Nú leitar Frændur aftur í Høllina á Hálsi, har bólkurin gjøgnum árini hevur havt fleiri stórfingnar framførslur. Hetta serstaka kvøldið fer Frændur at spæla sínar bestu sangir – »Føroyar«, »Mítt land«, »Lívsmynd«, »Eros« og aðrar.

Kvøldið við Rasmus Bjerg og Frændum verður skipað sum konsert og dansur. Lagt verður fyri kl 22:00, og hildið verður á út á náttina. 

Tiltakið verður í Høllini á Hálsi leygarkvøldið 18.mai.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap