Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan í Skorini avmyndaður í Hólmanum á Eiði, til almennu móttøkuna, tá nýggja og snotuliga felagshúsið varð tikið í nýtslu í mars mánaða í fjør. Jógvan í Skorini fekk 113 atkvøður á seinasta løgtingsvali. | Mynd: Jóhann Lützen

Spádómarnir ganga nú út

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.03.2019 - 11:17 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Jógvan í Skorini meldaði í gjár út, at hann stillar ikki upp fyri Tjóðveldi til komandi løgtingsval. Eftir uppstillingarfundunum higartil at døma verður Tórbjørn Jacobsen heldur ikki at finna á valevnislistanum hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag til komandi val. Sostatt stilla 2 av 4 borgarstjórum, sum stillaðu upp fyri Tjóðveldi í 2015, ikki upp aftur í ár.

Við in.fo sigur Jógvan í Skorini, at hann fer at stuðla einum valevni av Eiði í at koma á ting, tí “man sær hvussu stóran týdning tað hevur havt fyri onnur øki í landinum” at hava ein persón úr tí økinum á Løgtingi. Hartil harmast hann um, at tann kontravektin, sum bláa Eysturoyggin og Norðoyggjar (“norðanfjørðs”, sum borgarstjórin málber seg) hava verið, nú verður máað burtur við at stilla “helst reyðasta persón í Føroyum” upp í Eysturoynni. Her sipar borgarstjórin til Sonju J. Jógvansdóttir, sum hóast hon býr í Havn, kortini verður stillað upp av Eysturoyar Tjóðveldisfelag.

Áður hevur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík og fyrrverandi tingmaður, landsstýrismaður og fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, givið til kennar, at hann ikki hevur høgar tankar um, at Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur átikið sær at stilla Sonju Jógvansdóttir upp.

Flyta vit okkum til Norðoyggjar, er tendensurin tann sami. Tjóðveldisflokkurin fekk yvir ein fjórðing av atkvøðunum til valið í 1998. Síðani tá er gingið aftur á hond til hvørt einasta val. 14,2% í 2015 var seinasta atkvøðuprosenttalið hjá Tjóðveldi í Klaksvík. Og har hevur eisini fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, gjørt greitt, at tað er politikkurin hjá miðstaðarfólkunum í Tjóðveldi, ið er orsøkin, og nevndi hann tá ítøkiliga fiskivinnunýskipanina sum grund. Allar LGBT dagsskráirnar, ið eftirhondini hava sligið røtur í flokkinum, gera neyvan støðuna betur.

Líkt er sostatt til at Tjóðveldi er væl á veg at gerast ein havnarflokkur burturav. Í Norðoyggjum er longu øskukalt, meðan Eysturoyar Tjóðveldisfelag bløðir stórar profilar og veit sær ongi betri ráð enn at stilla eina kvinnu í Havn upp.

At uppstillingin fór at vera meira og meira konsentrerað og miðstaðarorienterað var eitt av vandamálunum, sum ávarað varð um, tá farið varð yvir til eitt valdømi. Ein dapur spádómur, sum nú gongur út. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu