Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spenningur um fíggjarkarmarnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.03.2019 - 09:36 Leiðarin Politikkur

Nú klokkan 10 verða fíggjarkarmarnir fyri tey komandi árini lagdir fram, og samstundis sum teir eru ein langtíðarætlan, eru karmarnir eisini ein útmelding um komandi fíggjarlógina.

Í ár er valár, so fíggjarkarmarnir eru bert eftirfarandi, um sitandi samgonga sleppur at halda áfram aftaná løgtingsvalið, sum í seinasta lagi skal vera 31. august. Størsti spenningurin er um fíggingina av sjúkrahúsverkinum. Har hevur sansað at í seinastuni, og endin var, at nýggi sjúkrahússtjórin legði frá sær eftir einans 14 mánaðir í starvinum. Aftaná tók Heilsumálaráðið í egnan barm, og ætlanin er nú at finna fíggingina fyri í ár við eykajáttan. Fíggjarkarmarnir koma at vísa, hvussu tað fer at síggja út í 2020.

Eisini er ein ávísur spenningur um, hvørt Landsstýrið ætlar at gera sum í 2001 og skerja blokkin beint áðrenn løgtingsvalið. Javnaðarflokkurin er neyvan heitur fyri hesum, men kann verða noyddur til at gera sum Framsókn og Tjóðveldi siga, tí hann hevur brent brúnna til Fólkaflokkin eftir valið. Hinvegin eru ongar ábendingar í fíggjarlógini um nakra blokkskerjing, tó at fylgiskjalið til samgonguskjalið sigur, at ríkisveitingin skal skerjast. Fíggjarkarmarnir eru seinasti møguleikin hjá hesi samgonguni at halda hetta lyftið.

Karmarnir verða sum nevnt lagdir fram kl. 10, og til ber at stroyma frá teimum av heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, www.fmr.fo.

Norðlýsið fylgir við framløguni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…