Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óli Steinberg talar í Betesda í kvøld.

SKRIVAÐ: Betesda  |  25.03.2026 - 10:09 Tíðindaskriv

Afturkomur Kristusar - Á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 fer Óli Steinberg at tala um burturrykking samkomunnar og opinberligu komu Kristusar.

 Hjúnini Anna og Óli Steinberg fóru á venjingarskúla hja NTM í 1971, og í 1977 fóru tey til Grønlands at virka sum trúboðarar.

Sostatt teljast Anna og Óli millum trúboðararnar, ið hava virkað drúgva tíð í Grønlandi. Tey fluttu aftur til Klaksvíkar í 1999, hiðani tey í nógv ár hildu fram í verkinum í Grønlandi. Eisini eru tey ein virkin partur av samkomuni í Betesda.

Óli hevur í mong ár havt serliga stóran áhuga í profetisku ætlan Guds, sum hevur givið honum sera gott innlit í tað, sum orð Guds lærir um endatíðina. Mikukvøldið kl. 20 fer Óli at tala um evnið „Burturrykking samkomunnar og opinberliga koma Kristusar“ við støði í 1. Tess. 4:13-18 og 2. Tess. 2:1-10. Eftir møtið verður ein drekkamunnur. Hjartaliga vælkomin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hví oyðsla, tá árið er at halla?
Orðblind skulu eisini hava høga raðfesti…
Óli Steinberg talar í Betesda í kvøld.
Kærleikans Vallaraheim er nú tøk á stroy…
Megnar SÍ at steðga sjey ára longu sigur…
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…
Hvar er veruliga tjóðarsemjan?
Ein burðardyggur landbúnaðar­politikkur
Sambands­flokku­rin hevur greiðasta fólkat…
Tú má arva tín hjúnafelaga - Lívrentan e…
Omma og abbi mín vóru ikki tvær byrðar.…
Sjúrður Skaale verður greiður toppskjútt…
188 fólk fleiri valdu enn í 2022
Javnstøða má eisini fevna um dreingir, m…
Meðan vit bíða
VELJIÐ LISTA A TIL FÓLKA­TINGSVALIÐ!
Vinnan er loysnin á bústaðar­trupulleikan…
Skjóta viðgerð og hjálp