Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stórur dagur á Sambýlinum á Heygnum í gjár

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  02.04.2019 - 09:51 Myndarøð Tíðindi

Í gjár var skipað fyri 100 ára føðingardegi í Smæruni, kjallaranum í Sambýlinum á Heygnum, har Mia Petrina Elisabeth Jacobsen – vanliga kallað Miebeth kundi halda sín 100 ára føðingardag 1. apríl.

Í 2003 flutti Miebetha inn á Sambýlinum á Heygnum 87 ára gomul. Hon var ein av teimum fyrstu, sum búsettist á sambýlinum og hevur altíð verið søgufróð og løtt at tosa við. Tó at hon ikki hevur børn, er hon errin av at vera mostir at hópin av “børnum” og eisini errin av heitinum, mostir, ið nógv hava hana kæra sum.

Miebeth, sum er ættað av Kirkju í Fugloy, var væl fyri og hevði nógv at práta við nógvu gestirnar um, sum vóru komnir at heilsa uppá. Teirra millum vóru løgmaður, Aksel V. Johannesen, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Edvard Heen, stóri á almannaverkinum, Ríkisumboðið, Lene Moyell Johansen, Jógvan Fríðriksson, bispur, Jógvan Skorheim, borgarstjóri og sjálvandi hópin av ættarfólkum og kenningum

Tað var eitt sera væl dekkað borð við øllum góðum hugsandi á, sum varð sett fyri gestirnar og esini vóru fleiri sangir yrktir til høvið. Sjálvandi vóru fleiri røður eisini, og niðanfyri verður røðan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra endurgivin.

 

Góða Miebeth

Tað er mær ein sera stórur heiður at bera tygum eina heilsan á tygara 100 ára føðingardegi.

Orsøkin til, at eg sleppi at bera tygum hesa heilsan, er tann, at eg eri formaður í stýrinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum hevur ábyrgdina av eldratænastunum í Norðoyggjum.

Men vit bæði hava nakað meir enn hetta til felags, tí vit bæði eru nevniliga bæði tvey sannførd sjálvstýrisfólk, og tað ger tað bara enn hugaligari fyri meg at halda talu fyri tygum.

 

Góða Miebeth

Hetta er ein stórur og heilt serligur dagur, tí tað er ikki á hvørjum degi, at ein 100 ára føðingardagur verður  hildin.

Bíblian sigur, at “lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, tá ið styrkin er nógv”, so vit kunnu í dag staðfesta, at HARRIN hevur givið tygum nógva styrki, tí tygum hava nátt sonnum kempualdri.

Sjálvur eri eg einans 36 ár, so tygum hava livað umleið 3 ferðir tað, sum eg havi livað, og tygara royndir og lívsvísdómur er sjálvsagt eisini fleiri ferðir størri enn mín.

 

Eg kann bara ímynda mær, hvussu nógv ymiskt tygum hava upplivað í hesi 100 árini, og hvussu nógv er broytt síðani 1919, tá ið fyrru veraldarbardagi júst var liðugur.

Tað er so ómetaliga nógv, sum er komið, síðan tygum vóru smágenta úti í Fugloy.

Telefonin, elektrisitetið, ljós, sentralvarmi, vaskimaskina, komfýrur, vegir, bilar, teldur,  fartelefonir o.s.fr.

 

At vera vaksin upp á Fugloynni er eisini nakað heilt serligt, tí hendan vakra oyggj okkara, liggur jú so avsíðis, og hetta hevur kravt nakað eyka av tykkum, sum har búðu og virkaðu. At klára seg sjálvan og at geva sítt íkast til samfelagið og at koma hvørjum øðrum til hjálpar, tá ið tørvur var á tí.

Vit kenna jú eisini nógvar persónar av Fugloynni, sum hava givið hesum samfelag nógv. Ikki minst eru tað nógvir fugloyingar, sum hava verið og eru partur av tí menning, sum Klaksvík hevur verið fyri.

Í dag er íbúgvaratalið á Fugloynni ikki so stórt, men oyggin er hinvegin blivin ein forkunnug oyggj, ikki minst í sambandi við ferðavinnuna.

 

Tygum eru fødd á Kirkju í 1919 um sama mundið sum 11 mans á Hestoynni sjólótust, sum vit eisini minnast í hesum døgum, og sum vit hoyrdu um í útvarpinum í dag.

Tygum vita sjálvandi nógv betur enn eg, at soleiðis er lívið. Tað bjóðar okkum bæði gaman og álvara, bæði gleði og sorg – tá er gott at eiga Hann at fara til, sum øllum valdar, og sum ikki blundar og ikki svevur.

 

Tað er so nógv, vit ikki kunnu gera nakað við, men tað er tó eitt, vit hava ávirkan á, og tað er, hvussu vit sjálvi hugsa, hvat vit siga og hvussu vit eru ímóti øðrum menniskjum.

Tygum vóru millum tey fyrstu, sum í 2003 fluttu inn her á Sambýlið á Heygnum, tá ið tað lat upp fyri fyrstu ferð, so tygum eru væl kend her millum starvsfólkini og hini búfólkini.

Eg veit frá teimum, sum starvast her á sambýlinum, at tygum eru ein serliga virðiliga kvinna, og tí hava starvsfólkini og leiðslan her ómetaliga stóra virðing fyri tygum.

Tygum hava sjálvandi upplivað og verið saman við nógvum ymiskum fólkum í ymiskum umstøðum, men tey hava sagt mær frá, at tygum hava tann framúr góða eginleika, at tygum behandla øll menniskju líka, uttan  mun til, hvørji tey eru, ella hvussu tey eru fyri.

Víðari siga tey fyri mær, at tygum eru lítillátin, fyrimyndarlig og fitt – tað er ikki eiti á skoðsmáli at fáa, og eg eri glaður fyri at sleppa at bera tygum hesa uppibornu heilsan.

 

Góða Miebeth!

Eg ynski tygum hjartaliga tillukku við 100 ára føðingardegnum.

Takk fyri tað góðu fyrimynd, sum tygum eru fyri okkum onnur.

Harrin signi tygum

Hjartaliga til lukku!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap