Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá Útinnandi valdið ákærir ein vaktarhund

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.04.2019 - 11:30 Leiðarin Mentan

At Fiskimálaráðið hevur gjørt av at kæra Norðlýsið fyri Fjølmiðlakærunevndini er kanska ikki stór- ella bráðtíðindi, men merkisvert er, at í kæruni verður hótt við revsimáli omaná. Sostatt er ikki einans talan um eina kæru um tíðindaflutningin í einum blaði, men harumframt eisini um eitt møguligt rættarmál, og víst verður enntá til eina paragraff, ið hevur 2-ára revsirammu.

“Um talan verður um revsimál, er ikki óhugsandi at tílíkur fjølmiðlaatburður er fevndur av §268 í revsilógini”, stendur í kæruni. Og §268 er ikki nøkur hissini paragraff, men ein, har tað um revsing stendur “... verður revsaður fyri útspilling. Revsingin í § 267 kann tá vaksa til fongsul í upp til 2 ár.”

Tey flestu mugu standa spyrjandi, um tað nú er neyðugt at fara so ógvusliga fram. Málið snýr seg um tulking av, um landsstýrismaðurin hevði heimild at lata undantaksloyvi til eina ávísa fyritøku, ið hevur fingið menningarkvotu. Fyrisitingin hjá landsstýrismanninum sigur, at tað hevur hann, men leggur afturat, at heimildin er óskrivað.

So vítt, so gott. Hevur landsstýrismaðurin ta heimildina, reisir tað spurningin um, hvørt allir móttakararnir av menningarkvotum hava rætt til sama undantaksloyvi, og tað er millum annað hendan spurningin, blaðið hevur tikið upp. Eftir bestu sannføring um, at tað er áhugavert fyri fólk at vita, um nú øll eru eins fyri lógum og reglum.

Men í staðin fyri at svara uppá hendan spurningin, hevur aðalráðið valt at kæra blaðið fyri, at tað setir spurnartekin við heimildina. Og ikki nokk við eini kæru, tí setningurin um revsimál kann valla lesast øðrvísi enn, at um Fjølmiðlakærunevndin ikki gevur aðalráðnum viðhald, so verður málið lagt fyri rættarskipanina at taka støðu til.

Var tað veruliga hetta, sum Fjølmiðlakærunevndin varð ætlað til? At verja miðfyrisitingina ímóti naskum og ágangandi spurningum? Neyvan. Heldur var hon ætlað at verja borgaran ímóti at fáa órættvísa viðferð av miðlunum. Skal Fjølmiðlakærunevndin nú brúka tíð og orku uppá at verja tann stóra ímóti tí lítla, serliga tá tann stóri longu hevur hótt við at fara í rættin kortini, tí tað orkar hann við síni stødd væl?

Her hevur aðalráðið við sínum mongu løgfrøðingum ein stóran fyrimun mótvegis relativt lítla fjølmiðlinum Norðlýsinum. Teir kunnu seta ein ella fleiri løgfrøðingar burturav til at arbeiða við rættarmálinum móti blaðnum, og krevja at journalistur og blaðstjóri skulu møta upp til rættarfundir í longri tíð. Harvið verður arbeiðsorka tikin frá blaðnum og frá tí kritiska journalistikkinum. 

Á hendan hátt kann Landsstýrið fáa fjølmiðlar til at lata vera við at finnast at ivasomum viðurskiftum í fyrisitingini hjá sær. Fjølmiðlarnir, kanska Kringvarpið undantikið, hava ikki nær námind tær ressursirnar til at føra drúgv rættarmál, sum eitt aðalráð við við tíggjutals milliónum á fíggjarlógini og fleiri løgfrøðingum í føstum starvi hevur.

Miðilin má seta nógva orku og pening av til at verja seg við, meðan tað er ómakaleyst fyri eitt aðalráð at ákæra miðilin og so bara lata málið koyra. Vinnur miðilin, so kostar tað óansæð í brúktari tíð og orku. Tapir miðilin, so svíður tað bæði fyri blaðið sum miðil, eins og  persónliga, meðan ongin í tí alment goldna aðalráðnum hevur nakað at missa persónliga við at ákæra eina ferð ov nógv heldur enn eina ferð ov lítið. Og tapir aðalráðið, so hevur tað kortini vunnið, tí blaðið hevur minni arbeiðsorku at vera atfinningarsamt yvirfyri ráðnum, meðan málið koyrir.

Soleiðis kann eitt alment aðalráð knúlva fjølmiðlarnar, ið ditta sær at finnast at ivasomum viðurskiftum í fyrisitingini, við at hótta tey við rættarmálum, har tey sjálvi hava allar fyrimunirnar og onki at tapa, hóast tey skuldu tapt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…