Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brúgvasteinar úr Grótinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.04.2019 - 15:36 Myndarøð Tíðindi Vinna

Nýggja Biskupstorg er stóra húsið í miðbýnum í Klaksvík. Ein miðbýur, ið klaksvíkingar hava longst eftir og ein miðbýur, ið er byrjanin til stórbýarskapið av Klaksvík.

Sum altíð, so hava deildar meiningar verið um tað rætta í hesi stóru byggiætlan. Men nú komið er upp undir land, munnu flestu verða samd um, at hetta er nýskapan og framburður fyri okkara lokala samfelag.

Her skal tó ikki nøkur útgreining av byggingini og týdningin av henni gerast, bert skal nertast við eitt lítið klípi av søgu, ið menn funnu fram, tá arbeitt var við stóra projektinum við Sandin.

Stórakei

Tá eitt annað stórt projekt í Klaksvík var í gongd, nevniliga tá byggingin av “stórukai” var fyri í 1936 og 37, tá var hetta eitt fleiri ferðir størri átak hjá Klaksvíkar Kommunu, enn nakað annað projekt kommunan hevur staði fyri í nýggjari tíð.

Sum flestu munnu vita, so bleiv Stórakai gjørd av betongkistum. Innasti parturin 5 metur breiður og uttasti parturin 12 metrar breiður.

Kravdi ábøtur

Í 1997 helt tekniska leiðslan í býráðnum, at ein umvæling av Stórukei var neyðug. 12 metur breiði parturin av keiini var gjørdur av smølum betong kistum, ið vóru settar niður norðanfyri har atløgusíðan skuldi vera og sunnanfyri, har hin atløgusíðan skuldi vera. Kisturnar norðanfyri og sunnanfyri blivu síðani samanbundnar við stálbjákum. Tá hetta varð gjørt bleiv sandur fyltur upp í í millum báðar síðurnar upp til kiskukantin, síðani blivu brúgvasteinar “brosten" høgdir til og lagdir sum dekk omaná sandin.

Danskur gróthøggari

Grótið til brúgvasteinarnar var fingið til vega úr einum grótbrotið, ið gjørt var til endamáli omanfyri keiina í Grótinum, farvegurin av grótbrotinum sæst enn. Ein danskur gróthøggari høgdi steinarnar.

Orsøkin til umvælingina komst av, at dekkið á Stórukei var vorið so vánaligt. Sandurin, ið var koyrdur niður ímillum kisturnar norðanfyri og tær sunnanfyri, var hesi árini svunnin nakað, somikið, at dekki var illa farandi eftir hjá trukkum. Ikki minst bar illa til hjá trolbátum at brúka keiina at arbeiða á, orsakað av vánaliga dekkinum.

Tiknir á bóli

Heri Hammer, verkfrøðingur hjá Klaksvikar Kommunu, sigur, at tá var avgjørt at taka brúgvasteinarnar av dekkinum, og at stoypa nýtt dekk. Eisini vóru bert sokalaðar “hárnalir” á keiini til skipafestir. Tá vit nú umvældu dekkið, gjørdu vit eisini 50 tons pullartar á keiina, soleiðis at skip kundu liggja trygg har í øllum veðri.

Vit høvdu eisini áhuga í tá, at fara niður at hyggja eftir stálbjálkunum, sum hildu kistunum á sunnaru síðu, saman við teimum á norðursíðuni. Her sóu vit nakað, ið vit ikki høvdu roknað við. Stálbjálkarnir vóru líka frískir, sum tá teir vóru settir niður. Rustur var at kalla ikki á teimum. Eg má siga, at tað tók okkum á bóli.

Goymdu brúgvasteinarnar

Eg helt tá, at vit kundu ikki bara lata brúgvasteinarnar fara fyri mutur og skutur, tí gjørdu vit av at goyma teir, til vit funnu annað stað at brúka teir á.

Brúgvasteinarnir blivu tí gravaðir niður ein partur við Biskupstøðneystini og ein annar partur við sunnara endað á grótbrotinum á Bumshamri.

Skulu bera komandi ættarlið fram

Nú Osbjørn Jacobsen, arkitektur var við at vinna kappingina um Biskupstorg og miðbýin var farið undir at arbeiða við einum skipanaruppskoti og einum sokallaðum designmanuali.

Tá so tosað var um hvat vit skuldu brúka at leggja á túnið har, vóru vit nógva staðni úti í heimi eisini og hugdu at og kunnaðu okkum um ymiskar møguleikar.

Tá eg so nevndi um gomlu brúgvasteinarnar, tá haldi eg at tað tendraði í hjá Osbirni. Í hvussu so er vildi hann síggja steinarnar, og úrslitið var, at brúgvasteinarnir, sum vórðu tilevnaðir til Stórukei úti í Klaksvík, nú aftur eru komnir til æru sum tún við Biskupstorg. Tað, sum bleiv evnað til úr grótbrotinum í Grótinum seinast í tríatiárunum, er nú aftur lagt á eitt hjartað í býnum, at bera komandi ættarlið fram.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini