Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat er hent á Føroya Banka?

SKRIVAÐ: Eyðun Hansen, Vestmanna   |  16.04.2019 - 15:49 Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Økið, sum er stongt á Føroya Banka, er innanfyri 200 metra dýbdarlinjuna. Tað er 45 x 90 km ella umleið 4.000 ferkilometrar til víddar, sum er eitt rættiliga stórt økið. Toskaleiðirnar eru bert ein partur av økinum.

Vit hava altíð vita um góð og vánalig fiskiár, og toskafiskiskapurin  á Føroya Banka hevur altíð fylgst við góðum og vánaligum toskafiskiskapi  á landgrunninum.

Seinasta árið trolararnir royndu á Føroya Banka var í 1987 ella 1988, og línuskip og -bátar hava ikki roynt har síðan 2007.

Frá 1982 til 1988 lá fiskiskapurin á bankanum millum 2.000 og 3.000 tons um árið. Í 1989 minkaði fiskiskapurin niður í 1.270 tons. Árini frá 1990 til 1993 blivu ímillum 121 og 297 tons fiskaði. Í 1994 batnaði fiskiskapurin eitt sindur. Tá blivu 717 tons fiskaði, og í 1995 minkaði veiðan niður aftur í 561 tons.

Í 1996 tók fiskiskapurin seg uppaftur, og tá vórðu 2.051 tons fiskaði. Í 1997 øktist veiðan til 3.457 tons, og í 1998 blivu 3.092 tons fiskaði.

Síðan minkaði fiskiskapurin aftur, og í 1999 blivu bara 1.001 tons fiskaði. Fyri árið 2000 dugi eg ikki at finni nøkur tøl. Í 2001 varð veiðan 1.094 tons og í 2002 1.840 tons.

Sum tað sæst, broytist toskafiskiskapurin á bankanum og landgrunninum samstundis, og hetta er eisini samsvarandi tí, sum Havstovan sigur.

Í 2003 varð rættiligur rokfiskiskapur á Føroya Banka, og tá blivu 5.957 tons av toski fiskaði. Í 2004 minkaði veiðan niður í 3.607 tons, í 2005 niður í 1.270 tons, í 2006 niður í 1.005 tons. Í 2.007 blivu bert 471 tons fiskaði, tí Føroya Banki bleiv stongdur. 

Eg havi tøl yvir brúktar fiskidagar á Føroya Banka frá fiskiárunum1997/98 til 2006/07.

Teir, sum fiskaðu á Føroya Banka vóru línuskip, útróðrarbátar millum 15-40 tons og útróðrarbátar millum 40-110 tons. Eg havi bara samlaði tøl fyri allar 3 skipabólkarnar.

 

                                    Eg leggi kilo fyri hvønn fiskidagin út her.

Ár    1997---1998--1999-ongi tøl-2001---2002---2003---2004---2005---2006--.2007

Kilo 8.225-11.002—2.553---------1.919--2.690--6.072--4.612--1.506---2.375--1.676

 

Sum sæst omanfyri, kemur toskurin onkur ár í stórum nøgdum inn á bankan og verður verandi har so leingi, sum føði er á bankanum. Tí ber ikki til at rokna út við einum rokniarki, hvussu stórur toskastovnurin er, og tað er ógjørligt at gera eina stovnsmeting, tí størsti parturin av stovninum er ikki altíð inni á grunninum.

Á fundi á Havstovuni tann 9. oktober í 2017 fortaldi Petur Steingrund, at tá lítið av føði er hjá størra toskinum, kann hann eta ein heilan árgang ella mestsum alla tilgongdina av toskamurti.

Onkur segði eisini, at hann hevði lisið, at ein toskur, sum var 96 centimetrar, hevði etið ein tosk, sum var 62 centimetrar langur. Petur svaraði, at tá ein toskur ikki klárar at svølgja minna fiskin, so hongur sterturin úr kjaftinum, til nakað er sodnað. Síðan verður restin etin.

Tað, sum toskur etur, verður sodnað innanfyri eitt samdøgur, og tá lítið er til av nebbasild og aðrari føði, eta størru fiskarnir fleiri smærri toskar um dagin. Tí er neyðugt at fiska nógv úr fiskastovninum, tá hann er stórur, tí annars blívur kannibalisman ov stór. Hetta veit ein fiskifrøðingur. Um hetta er hent úti á Føroya Banka, er tó ringt at siga.     https://youtu.be/v-nBpIyjidc

 

Eldri kanningar sum Havstovan hevur gjørt, vístu, at havtaska kann eta upp til 10.000

tons av toski um árið á Føroyagrunninum. Tá ov lítið verður fiskað av stórum fiski, er talan um undirfisking, og tá er trupult at fáa fiskastovnin, at koma  fyri seg aftur.                                       

Tey seinastu árini er havtaskustovnurin blivin størri enn nakrantíð fyrr, og tað ljóðar eisini, at óvanliga nógv av hemara er komin inn á grunnarnar. Sjálvur vænti eg, at kópastovnurin eisini fer at vaksa næstu árini, nú liviumstøðurnar eru so góðar á havleiðunum kring Føroyar.

Royndir hjá Havstovuni á Føroya Banka og vestanfyri Suðuroynna prógva, at tað er verri fyri fiskastovnin at friða økir, og tað hava aðrar royndir eisini víst. 

 

                 Alberg gjørdi nakrar royndir á Føroya Banka í 2013 og 2014

Í maganum á fleiri av longum og havtaskum vóru rættiliga stórir toskar funnir.

Í 2013 og 2014 fekk Alberg royndarloyvi at royna við monofilamentlínu á Føroya Banka. Royndir blivu gjørdar bæði við at hava 5 og 10 favnar ímillum húkarnar, og sum eg havi fingið innlit í.

Av tí at dýpi niðanfyri 150 metrar onki sigur, og at ongar knattstøður eru við, havi eg spurt um at fáa neyvari frágreiðingarnar um hetta, men enn havi eg onki svar fingið frá Havstovuni.

Her sæst veiðan í kilo fyri hvørjar 1.000 húkar. Tað grynsta teir sluppu var 150 metra dýpi, sum er 82 favnar.  Í svarinum, sum eg fekk frá Havstovuni, sæst, at Alberg ikki er sloppin inn á toskaleiðirnar.

Eg eri ikki nakar línumaður, so eg havi spurt meg fyri. Svarini, sum eg havi fingið, eru, at Alberg hevði rokfiskarí serstakliga fyrsta túrin, og um hetta verður samanborið við vanliga  línu, so svarar tað til 6.430 pund, harav toskur var 2.418 pund uppá 1.000 húkar ella umleið 3 stampar. Hinar túrarnar fekk Alberg ímillum 3.000 og 4.000 pund.

Sandshavið hevur nú fingið royndarloyvi á Føroya Banka, og hetta er eisini í kantinum. Teir hava fingið heilt nógv av heilt stórari hýsu, men eitt sum undraði nógv fólk var, at teir  fyrsta túrin fingu 9.660 kilo av skøtu á 4 setum. Næsta túrin høvdu teir 9.200 kilo av skøtu á 7 setum, so allur botnurin á Føroyabanka, er dekkaður av skøtu. Skøtan forðar toski og hýsu at eta krabbar og skeljadjór.

Onki fiskiskip er sloppið á toskaleiðirnar seinastu 12 árini, so ongin veit, um nakar toskur er á bankanum.

Magnus Heinason hevur gjørt royndir á Føroya Banka á hvørjum ári síðan í 1982.  Men, sum eg frammanundan havi skrivað, so eru tær royndirnar ikki álítandi. Nógv av trolútgerðini, sum hevur verið brúkt, hava fiskifrøðingarnir sjálvir orna fyri. Har afturat eru ongar ljóðroyndir gjørdar, sum t.d. óljóð frá skrúðu ella onkrum øðrum. Ljóðroyndir eiga at verða gjørdar minst eina ferð um árið, um yvirlitstrolingar skulu verða álítandi.

Um óljóð er at siga, at grynri man er, og tá ið veðrið er gott, ávirkast fiskurin meira. Á størri dýpi og í illveðri er meira óljóð í sjónum. Tá hevur óljóð minni negativa ávirkan á fiskin.

Tá Magnus Heinason gjørdi royndir á Føroya Banka í vár var illveður, og Magnus fekk nógv meira av toski enn árini frammanundan. Hetta vísir, at skipið larmar illa. Og hví missa snellubátar kennið, hvørja ferð Magnus Heinason kemur ov nær?

Um tað er tí, at fiskifrøðingarnir nokta snellu- og línubátum og trolarum at gera royndir á toskaleiðunum veit eg ikki, men hesir fáa tosk, sjálvt um Magnus Heinason onki fær. Alt ríkidømi hevur ligið órørt á Føroya Banka í 12 ár, sum vit kundu fingið stóra gagnnýtslu burtur úr.

Havstovan er ikki før fyri at gera stovnsmetingar, og tá Magnus Heinason onki fær, verða fiskifrøðingarnir noyddir at nokta fyri, at nógvur fiskur er til. Teir siga, at tað er fiskimaðurin, sum onki veit, og sum hevur skyldina av at fiska stovnarnar niður.

Miðskeiðis í 90-unum og í 2015 noktaði Havstovan eisini, at toskur var á grunninum, men hetta máttu teir viðganga í 2017, tá bátarnir sigldu inn fleiri ferðir fullir undir lúkurnar av toski.

Nú hendir tað sama úti á Føroya Banka. Bankin stendur fullur av fiski, men ongin sleppur at prógva tað, so toskurin kann gagnnýtast.

Fyri trimum árum síðani segði Havstovan eisini, at upsastovnurin var væl fyri, men at  hýsu- og toskastovnurin vóru illa fyri. Teir tosaðu  um røkt og at virka eftir endamálinum um burðardygga veiðu og at gagnnýta okkara tilfeingi lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygt.

Hvussu kunnu politikararnir trúgva Havstovuni, tá so lítið er at fáa av upsa, men nógv av bæði av toski og hýsu? Um ein fylgir við, so gita fiskifrøðingarnir skeivt 8 út av hvørjum 10 árum.

Man kann ikki blíva við at siga, toskurin er støðufastur á grunnunum, uttan at koma við eini forkláring uppá, hví tað blívur stikk mótsatt næstan hvørja ferð, teir hava sagt at talan er um ovurfisking. Men tá tað bert verður arbeitt á einum pappíri, og tað ongantíð verður hugt eftir nattúrubroytingum og eftir føðini í sjónum, so koma teir ongantíð nærri veruleikanum.

Allastaðni eru toskastovnarnir minkaðir, eftir at politikkararnir byrjaðu at lurta eftir ICES. Norra er einasta undantaki í so máta.

https://www.facebook.com/media/set/?set=oa.1901713153253568&type=3 

Føroyar missa fleiri milliónir um árið av skeivari  ráðgeving frá Havstovuni.

Og nú koma nakrir kræsnir gómar, sum vilja friða toskin á Føroya Banka og tosa um, at orsøkin sjálvandi er ránsveiða og veðurlagsbroytingar og siga, at øktur hiti er skaðiligur fyri nebbasildina, Hitin á bankanum er umleið 8 gradir, men í  Norðsjóvnum, har sum mest av nebbasild verður fiskað, liggur hitin frá 10 upp í 15 hitastig.

Eg má siga, at tað er heilt ótrúligt, hvat summir fiskifrøðingar kunnu fortelja av ósannindum fyri fólki og miðlum, sum ikki fylgja við fiskiskapi, uttan at tað fær avleiðingar.

https://fiskerforum.com/free-fishing-for-icelands-coastal-fleet-recommend-independent-scientists/?fbclid=IwAR03mVTPKT5Js25Fdj8drJ3bFZV_E19-4qkdHaw6t2auNmsmf0bsQUAdrzQ 

 

                                                  Eyðun Hansen

                                          Vestmanna  16 04 2019

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap