Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Skýggjamynd (Klaksvíkar Ítróttarfelag á facebook)

B36 kemur við aftursvari

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.04.2019 - 19:10 Ítrottur Tíðindi

Mangan verður sagt, at tá tvey lið spæla dystir móti hvørjum øðrum innanfyri fáar dagar, so er tað ofta tapandi liðið í fyrra dystinum, sum vinnur tann seinna. Mánadagin skal KÍ forða fyri, at so verður.

KÍ-venjarin væntar, at B36 er sært og kemur við einum aftursvari 2. páskadag, tá fjórðingsfinalan millum B36 og KÍ verður leikt í Tórshavn. Talan verður um ein ørðvísi og spennandi dyst.

Hjá KÍ-profilinum á facebook er samrøða við KÍ-venjaran Mikkjal K. Thomassen undan fjórðingsfinaluni mánadagin. Hann sigur, at KÍ spældi ein góðan dyst Skírisdag, men var eisini effektivt, og tí var úrslitið kanska betri enn leikgongdin bendi á, tí tað var ein nokkso javnur dystur.

- Eg vænti, at B36 er nokkso sært, og tí kemur eitt aftursvar. Hetta verður ein trupul dystur,  øðrvísi og spennandi dystur. Vit hava fingið tað kanska truplasta lutakastið, sum man kann fáa. Vit ætla okkum víðari, men tað vilja tvey lið, so eg vænti ein javnan og nokkso dramatiskan dyst, sigur Mikkjal K. Thomassen við KÍ-síðuna á facebook.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap