Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott veður at rulla egg á Viðareiði. Hitin um 15 stig, bláur himmal og lítil vindur. | Mynd: Vár Hanusardóttir Kjølbro

Apríl, apríl...

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.04.2019 - 21:10 Tíðindi Veðrið

Tað er so ymiskt, hvussu veðrið er í Føroyum í apríl.

Í ár var gott veður, tá ið tey rullaðu egg. Mynd: Lív Hanusardóttir Kjølbro2. páskadagur 2018 var 2. apríl; 2. páskadagur 2019 var 22. apríl. 20 dagar eru ímillum datoini.

Annan páskadag í fjør var sólin uppi 13 tímar og 31 minuttir; annan páskadag í ár var sólin er uppi 15 tímar og 12 minuttir. Munurin à 1 tíma og 41 minuttir gera sjálvandi sín mun – meiri hiti kemur niður á jørðina.

Men tað ger ikki einsamalt av hvørki veður ella hita í Føroyum. Als ikki. Hvaðani kemur luftin til Føroya, og hvussu heit er hon? – tað hevur ógvuliga stóran týdning.

Eitt annað er, hvar ein er staddur. Ættirnar upplivast so ógvuliga ymiskar. 

Annan páskadag í fjør – seinnapartin, tá ið fólk ætlaðu at rulla egg – kom køld luft av landnyrðingi-norði. Hitin var beint undir frostmarkinum, og tað kavaði.

Í ár var tað meiri enn eitt sindur lýggjari at rulla egg. Lýggj luft úr suðuri – hitin lá um 15 stig.   

Havi lagt tvær myndir við, sum vísa ymiskt veður í apríl á Viðareiði – eitt ár ímillum.

Í ár var veðrið sera gott at rulla egg.

Tað kavaði av møkum, meðan tey royndu at fáa eggini at rulla í fjør

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið