Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum er fegin um semjuna og vónar at tilmæli verður einmælt samtykt av løgtinginum | Mynd: kvf.fo

Semja um fiskivinnuna, sum (næstan) øll eru nøgd við

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.05.2019 - 20:39 Leiðarin Politikkur Vinna

Í dag kom fram, at ein semja, sum kann vísa seg at vera søgulig, nú er gjørd á fiskivinnuøkinum. Tað merkisverda er, at reiðaríini, arbeiðstakararnir (manningarfeløgini) og Havstovan øll eru við í semjuni um tilmælið. Tilmælið skal góðkennast av Løgtinginum, áðrenn tað kemur í gildi, men tá øll sum varða av føroysku fiskivinnuni eru samd, er sera ósannlíkt, at Løgtingið fer at seta seg ímóti.  

Í stuttum gongur semjan út uppá, at Havstovan enn sum áður ger sítt tilmæli til landsstýrismannin, men framyvir skal Løgtingið ikki viðgera fiskidagarnar. Landsstýrismaðurin fær í staðin heimild frá Løgtinginum at áseta fiskidagatalið eftir tilmælinum frá Havstovuni.

Havstovan verður kortini ikki einaráðandi. Eitt maksimum er sett á, soleiðis at fiskidagatalið ikki kann broytast meira enn 5% uppá eitt ár. Tað kann hækkast ella lækkast upp til 5% hvønn vegin, ella eisini standa í stað. Avgerðandi fyri tilmælini verður eisini, hvussu upsa-, toska- og hýsustovnarnir eru fyri.

Í oktober var ein orrusta um, hvørt tað rættasta var at leggja um til kvotaskipan í staðin fyri fiskidagaskipan, men við hesi semjuni tykist vera greitt, at skipanin við fiskidøgum verður tann, sum “vann”. Lítið sannlíkt er, at politiska skipanin fer at ganga ímóti eini so breiðari semju í og kring fiskivinnuna, tí ein tílík er júst tað, sum hevur verið eftirlýst leingi.

Hetta merkir, at árliga viðgerðin av fiskidøgum í Løgtinginum, sum ofta hevur verið bæði drúgv, hørð og eisini undirhaldandi, umframt at hon hevur fingið stórar partar av flotanum at stevna til Havnar at fylgja við í tingviðgerðini, nú fer í søguna. 

Skipanin skal eftirmetast í seinasta lagi í 2023, og inntil tá er ætlanin millum annað at hyggja at reguleringum og økisfriðingum, sigur Petur Steingrund við portal.fo.

Tey allarflestu fegnast um hesa semjuna. Enntá fiskimálaráðharrin, sum annars hevur strongt á at fáa eina kvotaskipan í staðin, er frammi og sigur við KvF, at tilmælið “er genialt”. Hanus Hansen, sum umboðaði reiðarar í arbeiðsbólkinum, er somuleiðis frammi og sigur, at orsøkin til, at hetta eydnaðist so væl var, at teir fingu frið at arbeiða. Her sipar hann uttan iva til, at politiska skipanin ikki var inni yvir arbeiðið. Og Hanus Hansen leggur afturat, at um fiskivinnunýskipanin varð gjørd eftir sama leisti, var hon uttan iva meira væleydnað, enn hon er í dag.

 

Ikki øll eru nøgd

Men ein, ið ikki er fegin, er fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum og fyrrverandi stjórin á Hagstovuni, Hermann Oskarsson. Á sínum facebook-vanga sigur hann soleiðis:

Tjóveldispolitikarar reypa av at semja er fingin millum "vinnuna" og vísindina? [...]. Ja, tillukku við dugnaliga politiska handverkinum, at seta vinnuna sjálva at skriva reglurnar um allan fiskiskap eftir tilfeingi hjá Føroysku tjóðini. Ongin annar politiskur flokkur enn Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin hevði sloppið so væl frá at snýtt Føroya fólk.

Eg má bara eyðmýkiliga ynskja Reiðarafelagnum tillukku við tveimum stórsigrum á rað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Til Danmarkar at kappast
Seir á Klaksvík
Vinnulig frambrot undir hesi samgonguni
Magni Højgaard nýggjur limur í Etiska rá…
Eyðun Nolsøe spælir hittini á Summar Fes…
Líggjas nýtt føroyskt juniormet í 200 fr…
Undirsjóvar­tunnil í Kalsoynna II
Súkkli í egnum landi
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…