Lýsing
Lýsing

Larmandi tøgn

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim, floksformaður fyri Sjálvstýri  |  14.05.2019 - 21:43 Tíðindi

Týsdagin í farnu viku bleiv fólkatingsvalið skotið í gongd. Hóast ein heil vika er farin síðani formansumfarið sama kvøld, hevur so at siga eingin umrøða verið í miðlunum, ei heldur hevur nakar almennur fundur, sjónvarpskjak ella útvarpskjak verið á skránni. Tøgnin undirbyggir bara vantandi týdningin av fólkatingsvalinum.

Tað einasta, vit hava sæð, er, at núverandi fólkatingslimir hava roynt at funnið argument fyri sínum lívsgrundarlagi – 4 ár afturat á Christiansborg.

Men argumentini eru mótstríðandi!

Formaðurin í Tjóðveldi segði í formansrunduni, at flokkurin fór ikki at blanda seg upp í danskan politik. Hóast formaðurin meldar soleiðis út, so hevur núverandi fólkatingsmaður so seint sum í januar fráboðað donskum miðlum, at teir fara at peika á tann statsministaran, sum fer at geva teimum “størstuávirkan”.

Hvat er tað nú, Tjóðveldi ætlar at gera? Er tað tað, sum fólkatingsumboðið segði í januar, ella tað, sum formaðurin sigur í mai?

Tað hevði farið mær kalt niðureftir rygginum, um eg skuldi verið vitni til, at eitt danskt fólkatingsumboð skuldi veljast inn í Løgtingið og sloppið at atkvøtt á jøvnum føti við okkum føroyingar.

Vit hava einki at gera á Fólkatingi. Latið danir gera av, hvussu teir innrætta sítt samfelag, og latið okkum gera av, hvussu vit innrætta okkara.

Fleir ferðir hevur Tjóðveldi sagt, at tey sóu helst, at fólkatingsumboðini vórðu avtikin.

Nú hava vit øll møguleikan. Ein atkvøða fyri Sjálvstýri er ein atkvøða fyri, at stólurin á Fólkatingi stendur tómur!

 

Jógvan Skorheim, floksformaður fyri Sjálvstýri

Lýsing
Seinastu tíðindini
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld