Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrið tikið lán á 900 mió. kr.

SKRIVAÐ: Landsbanki Føroya  |  28.05.2026 - 10:51 Tíðindaskriv

Føroya Landsstýri hevur í gjár tikið eitt lán á 900 mió. kr. við at selja lánsbrøv. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands.

 

Í gjár, 27. mai 2026, vóru lánsbrøv fyri 900 mió. kr. seld. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands. 

Peningurin skal brúkast til at rinda aftur eitt lán á 900 mió. kr., sum fellur til gjaldingar 19. juni 2026.

Nýggja lánið er eitt 4-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 3. juni 2030. Áljóðandi rentan er 2,875% og kursurin fyri lánið var 99,936; tað vil siga, at effektiva rentan er 2,892%. Effektiva rentan tekur atlit at bæði áljóðandi rentuni og kursinum.

Effektiva rentan á 3-ára láninum, sum verður goldið aftur 19. juni er 3,651%, tað vil siga, at rentan á nýggja 4-ára láninum er 0,76% stig lægri. Rentustøðið er fallið síðani 2023, tá lánið sum fellur til gjaldingar, varð tikið.

Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk bæði skjótt og væl. Eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvunum var munandi størri, enn tær 900 mió. kr., ið tørvur var á.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Árligi barna­fagnaðu­rin á skránni í dag
Sjúkra­húsverkið kunnaði um krabba­meinsát…
Annfinnur og Jóan Petur vitja Norðlysið
Lands­stýrið tikið lán á 900 mió. kr.
Handlikraftin á muni
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Elding Business letur nýggjan handil upp…
Nýggi sáttmálin við arbeiðarafeløgini
Kondibingo á Norð­oyastevnu
10 KÍ leikarar við kvinnu­landslið­num til…
Býráðsskráin 28. mai
ABC-samgongan, fiski­vinnan og spurningur…
Saman við Selberg undir Jøklinum
Anfinn & Co. - Norð­oyastevnu­konsert
Konsert í Soli Deo Gloria á Norð­oyastevn…
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Kjøt til norð­oyastevnu? 
Forkunnug og rørandi framsýning í Varpin…
Norð­oyastevna: Morgunmatur til setanina
Pylsuhugni í miðbýnum
Lýsing