Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Størsti munurin á vinstrastjórnum og borgarligm stjórnum í Føroyum seinastu 15 árini vísir seg at vera, at CEF práta nógv og leingi, uttan at tað altíð førir til nakað, meðan A og B spurta avstað, so skjótt startskotið ljóðar | Mynd: Sjálvgjørd mynd (AI)

Handlikraftin á muni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.05.2026 - 09:39 Leiðarin Politikkur

Tað eru ikki farnir tveir mánaðir, síðani samgonga varð skipað, og longu hevur samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin (og Javnaðarflokkin) samtykt lægri prísir á brennievni, longt gildistíðina á veiðiloyvum í fiskivinnuni til 10 ár, og í dag verður uppskotið um leigustuðul uttan iva samtykt við 3. viðgerð.

 

 

Ein kann vera samdur ella ósamdur við politikkin og hugsjónirnar hjá sitandi samgongu, sum er 2/3 borgarlig, men einum slepst ikki undan at viðurkenna: Hon handlar. Har tær báðar CEF-samgongurnar seinastu 15 árini hava havt fleiri gyltar visiónir, er tað ofta einans blivið til prát.

Tað sóu vit í málunum um stjórnarskipan, stytta arbeiðsviku, hægri pensiónsaldur, tjóðleikhús og leigustuðul. Nógv varð prátað um hesi málini, ja, í áravís varð prátað um tey. Men tað bleiv ongantíð til nakað út yvir prátið. Viðvíkjandi Suðuroyartunlinum, so varð einans útboðið av projekteringini samtykt, og tað ikki fyrrenn beint áðrenn CEF-samgongan fór til hús í februar. Og vit sóu tað eisini við fiskivinnunýskipanini, at nærum 2½ ár gingu, áðrenn hon varð samtykt í desember 2017. CEF-samgongurnar ríða ikki sama dag, sum tær saðla, meðan ABx-samgongurnar tvíspora.

Hjá borgarligu samgonguni 2019-2022 tók tað bara 2½ mánað (!), so varð fiskivinnunýskipanin avtikin aftur. Og fara vit aftur til 2011, so tók tað bara 3 mánaðir fyri borgarligu samgonguna at íverkseta forskatting av pensiónum og innføra sokallaðan “flatskatt” umframt at prístalsregulera ríkisveitingina. Onkur av CEF-flokkunum lovaði at afturrulla forskattingina, men eisini tað endaði við bert leysligum práti um evnið.

 

Leigustuðulin

Klokkan 10 í dag verður tingfundur, og á tí fundinum er 3. viðgerð málinum um leigustuðul. Uppskotið varð lagt fram hin 6. mai, 1. viðgerð var 8. mai og 2. viðgerð 26. mai, har málið varð samtykt við 27 atkvøðum fyri og 1 ímóti (frá Framsókn). 

Málið um leigustuðul er eisini eitt av málunum, sum undanfarna samgonga prátaði um, men ikki bar á mál. Fráboðað varð í ólavsøkurøðuni í 2025, at uppskotið skuldi verða lagt fram “í heyst” (heystið 2025), men ikki fyrrenn 16. januar 2026 fór tað til hoyringar (!).

 

Hvat er í væntu?

Samgongan hevur m.a. lovað at hækka mótrokningina av pensionistum upp í 300.000 kr./ár, at endurskoða støðuna hjá festarum og skattafrían barnafrádrátt à 20.000 krónur fyri barnið. Spennandi verður at fylgja við í, hvussu skjótt hesi verða loyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lýsing